Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini eru umboð fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum eigur húsið – Frá høgru Annfinnur Heinesen, leiðari í Varpinum, Jógvan Skorheim, stýrislimur, Karl H. Johansen, stýrislimur, Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna, Louis Poulsen, stýrislimur, Heri Ellingsgaard, stýrislimur, Pætur Gerðalíð, stýrislimur og Dávur Winther, skrivar í stýrinum. Á mymdini vantar Gunn Hernes, sum eisini er við í stýrinum.

Orð og myndir Dávur Winther: Stórur og gleðiligur dagur í Klaksvík í dag.

Eftir drúgva tíð er nú komið so mikið ávegis við byggingini av Varpinum, at avhandingaskjalið nú er undirskrivað, eftir gjøgnumgongd av húsinum og verkætlanini annars í dag.

Ráðgevar, arbeiðstakarar og umboð frá stýrinum fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum er byggiharri, møttu á fundi í morgun í Varpinum, har ymisku arbeiðini vórðu gjøgnumgingin.

Byggingin lýkur ásettu krøvini frá byggimyndugleikanum og er í tráð við tekningar og ynskir. Endaligt brúksloyvi er tí eisini givið fyri nýtslu av húsinum.

Tí er avhendingarskjal í morgun eisini undirskrivað. Tó eru onkur smávegis arbeiði eftir, sum avtala er gjørd um, skulu verða gjørd í næstum.

Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna fegnast um, at tað nú endiliga er komið so langt – og at henda verkætlan, sum byrjaði á sumri í 2020, nú kann kallast liðug.

Varpið hevur tó ávegis staðið sína roynd við fleiri sera væl eydnaðum tiltøkum, sum hava verið í húsinum.

Talan hevur verið um eina spennandi, men drúgva tilgongd, og nú eru vit øll glað og takksom, sigur ein fegin forkvinna í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

Nú húsið stendur liðugt, kostar tað uttan innbúgv um 72 mill.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo