Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur og Uni holm Johannesen, løgtingsmaður

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu hevur nú verið í gongd í eina viku, og ein ørgrynna av tiltøkum hava verið á skránni. Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna frá bæði lokalum og gestum úr øllum landinum

Í Funningi gera tey seg til reiðar nú víkingar gera innrás í bygdini. Talan er um stóra barnatiltakið ”Grímsleikir,” sum verður bæði leygar- og sunnudagin

Fríggjadagin, dýra biðidag, verður møti í Betesda, Klaksvík, kl. 18:00

Flaggdagin, hósdagin 25. apríl, kl. 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum. Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 17.00

Konsert verður í Hoyvíkar Kirkju sunnudagin 28. apríl kl. 16 við Morgunkórinum og íslendska kórinum Harmóníukórinn

- Hósdagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi

Almenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøll 8. mai

Revsilógin er umsett til føroyskt og dagførd, men arbeiðið at gera føroyska revsilóg heldur fram. Ætlanin er eisini at innihaldið í revsilógini skal føroyskast

Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður nú aftur hildin. Hann er læruríkur, ókeypis og øll eru vælkomin. Men tilmelding krevst

Mánadagin 22. apríl skipar Sambandsflokkurin fyri fakligari ráðstevnu um Viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur

Kenno fer at siga frá kreppum, tónleikalívið, rúsevnismisnýtslu, skuld, ótta, hjartasteðgi - og hvussu hann til síðst kom burturúr rúsevnismisnýtsluni

- Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit?

Umhvørvisvikan verður sett í miðbýnum leygardagin 4. mai kl. 11.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett sunnudagin 21. apríl kl 14.00 í Gulu smiðju í Saltangará. Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

- Hvussu virkar kærleiki Guds? Doyði Jesus fyri øll menniskju? Er vón fyri øllum menniskjum? Hesir spurningar eru partur av tí, sum talað verður um í stuttari møtirøð í bygdarhúsinum í Hósvík hetta vikuskiftið 12. til 14. apríl

Leygardagin, 4. mai 2024, verður Ein dagur á Grynnuni endiliga aftur í Tórsgøtu til ein minniligan dag, fyltur við mentan, mati og samveru

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu í ár verður í døgunum 21.-28. apríl

- Við familjuhugna, røðum og sangi hátíðarhalda vit lív saman og standa fyri tey óføddu børnini í Føroyum. Um viðrar, kanst tú m.a. vænta framførslur, felagssang, andlitsmáling, ballónir og sjálvandi ein góðan drekkamunn!

Kvartettin í Betesda, sum hevur sungið saman í samfull 55 ár, kemur sunnukvøldið á vitjan hjá samkomuni Nazaret í Kaldbak, har ein sangløta verður kl. 18

Í tíðarskeiðinum frá 8. apríl til 13. mai verður Berøa í Saltangará karmur um bíbliutíma-røðina "Frá skapan til Ábraham", har øll eru vælkomin

Hetta verður evnið á tiltaki 9. apríl kl. 19:30 á Skúlatrøð í Klaksvík (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð)

Kom og hoyr kunning um Suðuroyartunnilin, framløgu um hvussu eitt øki best og strategiskt kann fyrireika seg til ein tunnil og góða tónleikaframførslu hóskvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri

Vikuskiftið 19. – 21. apríl savnast kvinnur úr sjómanskvinnuringum um landið til árligu Landsstevnuna í Leguhúsinum í Nesvík

- Sum nakað nýtt fer Reyði Krossur at skipa fyri einari summarlegu

Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin er í fokus

- Móðurmálsdagurin verður í ár hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Nýggj stavsetingarorðabók verður løgd fram á tiltakinum

Páskaaftan ella leygardag reyða verður urgukonsert við unga úrmælinginum Ari Hammer Joensen. Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju kl. 19

Mikudagin 27. mars 2024 verður ástaðarfundur í sambandi við, at Tórshavnar kommuna er í ferð við at seta skeltir upp við høvuðsútrensl sambært spillivatnskunngerðini

Fríggjadagin 12. apríl klokkan 15 bjóðar Fróðskaparsetrið almenningi, vinnulívi og myndugleikum til ein læruríkan og kveikjandi fyrilestur um, hvussu vit á besta hátt gagnnýta vitlíki, men við skili

Arliga páskastevnan hjá Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði verður í ár hildin í Hebron í Leirvík og í Ítróttarhøllini á Kambsdali

- Vit seta sjóneykuna á norðurlendskt samstarv, sæð frá einum ungum sjónarhorni

- Síðan 2017 hevur Tvøroyrar kommuna tikið lut í Earth Hour

Móðurmálsdagurin verður hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum, 25. mars frá klokkan 16.00

Nick Carter kemur til Føroya at framføra øll Backtreet boys hittini. Hetta verður HEILT FANTASTISKT, siga fyrireikararnir

Súkkluferðavinna er í eini øgiligari menning í londunum rundanum okkum. Valla finst burðardyggari ferðaháttur, enn júst á súkklu

‘Ferðaleiðari - ískoytisvinna ella livibreyð’ er heitið á fyrilestri, ið Visit Runavík skipar fyri í næstum

Hon liggur í Havn, og har er opið skip í dag ímillum klokkan 14 og 16 sigur Arktisk Kommando

Hósdagin farna, hin 7. mars, skipaði ArtiCon fyri árliga 60+ degi sínum, tá ið tilkomnu starvsfólk felagsins hittast til gamans og álvara

Grækarismessudag, 12. mars,klokkan 17, heldur Agnes Mols Mortensen grækarismessurøðuna í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri

Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd

Dagur og tíð: Komandi leygardag 9/3, klokkan 15:00

 

- Mentanarliga og málsliga eru Føroyar fjølbroyttar, og tað setir krøv til okkara skúlaverk og myndugleikar at fylgja við

Niels Finsens gøta stongd 10. mars kl. 14.30-16 í sambandi við Grækarismessuhald

Mánakvøldið 11. mars 2024 á Miðnám í Vestmanna

Mikudagin 6 mars fer Vísindavøka á ferð í Suðuroy. Hetta er tiltakið, sum skuldi havt verið síðsta heyst, men sum varð útsett fyri veður

 

- Sum liður í Femifagnaðinum 2024 bjóðar Javnstøðunevndin øllum vælkomnum í Reinsaríið í Havn týsdagin 5. mars kl. 17 til alment tiltak við framløgum og politiskum kjaki

Setanin av ársins Spæl Føroyskt vikuni verður í Gulu smiðju í Saltangará 3. mars kl. 18.15. Tað eru Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya, ið skipa fyri Spæl Føroyskt vikuni

- Jarðartímin 2024 er ásettur at vera leygardagin 23. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30, og tá ber til at koma við ein túr í myrkrinum út í Tinganes

- Í mars 84 tóku nøkur fólk í Odense stig til at savnast um Guds Orð á móðurmálinum, og tað hevur verið í gongd í fýrati ár