Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-118/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi enda á fosturtøku, frá
Jenisi av Rana, løgtingsmanni

Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvørjar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum fyri fostrinum, frá tí løtu, lívstráðurin er kvettur, og til aktuella fosturtøkan er endað?

Svar:
Til spurning 1

Sambært Sjúkrahúsverkinum er mannagongdin soleiðis, at tá ið talan er um fosturtøkur áðrenn viku 12 í viðgongutíðini, verða tær vanliga framdar sum medisinskar fosturtøkur. Verður fosturtøkan framd kirurgiskt, verður vevnaðurin burturbeindur sum ein lívfrøðilig burturbeining.

Vanliga verða fosturtøkur ikki framdar eftir 12. viku í Føroyum, men í teimum førum, har talan er um seinar fosturtøkur (eftir viku 12 og áðrenn viku 22) hevur kvinnan/parið møguleika sjálvi at avgera, hvat skal gerast við fostrið. Í tílíkum førum verður vegleiðing givin um hvørjir møguleikar eru.

Sambært Sjúkrahúsverkinum ynskja tey flestu at jarða fostrið í eini grøv hjá einum avvarðandi.

Ynskja tey ikki at hava fostrið við heim, verður fostrið burturbeint sum ein lívfrøðilig burturbeining.

Heilsumálaráðið, 8. mai 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo