Tveir teir máttmiklastu stríðsmenninir kallast tolsemi og tíð
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í samband við Savnsfagnaðin í Vágum verður Saltfiskafagnaður kl 17 Úti á Bakka í Sandavági

- Í Vágum tykist náttúra og umhvørvi ikki so spilt av ferðavinnu, hóast flogvøllur og nógvur trafikkur er her um leiðir

Sørvágs kommuna hevur fingið løggilding til eina vatnveiting. Løggildingin er veitt til vatnverkið í Sørvági

- Ólóglig gongd í haganum kann órógva lembing og í versta føri gera, at ærin hittir reis, stendur millum annað á ávaringarskelti á rættini í Heimaparti í Selvíkum

Tá skipa øll søvnini í Vágum fyri rimmar tiltaki, har fokus verður sett á mentanarskattin í Vágum

Sáttmálasamráðingarnar millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag viðvíkjandi flogkiparum hjá Atlantic eru endaðar úrslitaleysar

Atlantic Airways hevði 3,3 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2017, ið eru 24,7 milliónir krónur lægri enn í 2016, tá ið avlopið eftir skatt var 28,0 milliónir krónur.

Lassa Klein, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, hugleiðir um Atlantsflog

Mikudagin kl. 16:30 verður venjing fyri børn í Kvívík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Væntandi verður vant mánadagar og mikudagar, men nærri verður avtalað alt eftir hvussu tað passar børnunum

Hiking.fo hevur eina vakra 360 mynd tikin av Ravnsfjalli í Miðvági

Men talan er ikki bert um vøkstur í ferðafólkatalinum, tí viðvíkjandi farmaflutninginum higartil í ár er vøksturin heili 214%

Brimil kom í gjáramorgunin kl 0400 á Sørvág við trolarnum Vesturleika

Hóskvøldið eydnaðist tað MBF leikaranum Bartal Poulsen at spæla seg í finaluna í einmansleiki hjá monnum. Í gjárkvøldið spældu tveir leikarar seg afturat í finalur

 

Allan apríl mánaða eru tað málningar hjá børnum úr Sørvági, Miðvági og Sandavági, sum prýða veggirnar í Betri Banka í Miðvági

- Ferðavinnan veksur øgiliga skjótt, tað gongur øgiliga skjótt, og tað má ikki vera soleiðis, at flogvøllurin gerst ov lítil, sigur nýsetti stjórin á Vága Floghavn við Kringvarpið

Gudny er 39-ára gomul og útbúgvin BA í International Marketing Management frá Bournemouth Univeristy og MBA frá Liverpool University

Tá ið flogfarið hjá Atlantic kom aftur úr Róm í kvøld, boðaði flogskiparin frá, at so nógv bilgass var í Vágatunlinum, at hann var stongdur

Sørvágs kirkja Langafríggjadag kl. 11.00. Liturgisk guðstænasta

Hetta er onnur ferðin stuðulin verður latin. Inn komu 36 umsóknir, sum søktu um tilsamans 2,4 milliónir krónur

- Tá klokkan var farin um midnátt heima í Føroyum - og Atlantsflog fylti 30 ár - lendi QF 1934 hjá í Alice Springs

Í Sandavágs kirkju skírhósdag verður gudstænasta kl 11.00 avlýst. Gudstænasta við altargongd verður í staðin sama dag kl 17.00

 

Í morgin, mánadagin 26 mars kl 17.00, verður forkunnug saksofon konsert í Gamla Skúla í Sørvági við Vága Saksofonorkestur, Kolding Saxofonorkestur & Føroya Saxofonorkestur

Tann 28. mars eru 30 ár síðani Atlantsflog fór at flúgva, og í morgin kemur eitt føðingardagsrit út í tí sambandinum

Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2017 gjørdist eitt avlop á 5,9 mió. kr. Umsetningurin var 16,6 mió. kr.

- Vandi er fyri, at bygdin gerst ein sovibygd um kirkjugarðurin verðurt útbygdur í miðstaðarøkinum í Sandavági

SÍb vann steypakappingina í flogbólti og tí var nokk ikki óvæntað, at SÍb-leikararnir eisini vunnu landskappingina í næstbestu deildini í kvøld

Konfirmantar í Sørvágs kirkju pálmasunnudag, 25. mars 2018 kl. 11:00

Leygardagin 17 mars 2018 var skipað fyri FM-kappingum í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági

Liðkappingin í dart endaði herfyri og Vága Dartfelag endaði á triðja plássi aftanfyri Havnar Dartfelag og Klaksvíkar Dartfelag

Í kvøld, bert fáar tímar undan at flytingarvindeyga lukkar, hevur 07 Vestur gjørt sáttmála við 18-ára gamla Oskar í Haraldstovu Weihe úr Sørvági

Leygarkvøldið 17. mars. kl. 20 verður syngi við kvøld í Kedron í Sørvági

Konfirmantar í Miðvágs kirkju Boðanardag Mariu, 18.03.18 kl. 11.00

- Vit í FaroeSea ynskja HiddenFjord hjartaliga tillukku við framúr úrslitunum á alirástevnuni 2018

Í dag bjóðaði Café Fjørðoy í Sørvági til Mammubólka brunsj, og har vóru fleiri mammur komnar, sum myndin boðar frá

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt klagu um kæruviðgerðina hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum í samband við loyvi at leggja aliringar út fyri Víkar í Vágum

Higartil í ár eru 36.250 ferðafólk komin og farin um flogvøllin í Sørvági. Hetta er ein samlaður vøkstur á 11,6%

Tvær havgæs hugnaðu sær á Sørvágsfirði fyrrapartin

Formaðurin í Flogbóltssambandinum segði eftir finalurnar í kvøld, at SÍ í Sørvági hevði sett met

So er níggjunda finalan farin afturum, og SÍ vann 3-1 á Fleyr, og harvið sín sjeynda FM-heitið í ár, umframt ein sigur í B-bólkinum fyri gentur 14

So er áttanda finalan farin afturum, og SÍ fótaði sær aftur og vann 3-1 á KÍF, og harvið sín sjeynda sigur hetta vikuskiftið, harav seks FM heiti

So er sætta farin afturum, og enn einaferð var tað SÍ sum vann – nú sítt sætta FM-heitið

So er fjórða finalan farin afturum, og enn einaferð var tað SÍ sum vann – nú sítt fjórða FM-heitið

So er triðja finalan farin afturum, og enn einaferð var tað SÍ sum vann – nú sítt triðja FM-heitið

So er onnur finalan farin afturum, og enn einaferð var tað SÍ sum vann – nú sítt annað FM-heitið

Fyrstu FM-vinnararnir hjá teimum ungu er nú funnir. Hesir vóru SÍ, og er hetta fyribils tað fyrsta meistaraheitið í dag og morgin

Tað er viðurkendi enski miðilin The Independent sum hevur tikið dagar ímillum gistingarhús sum flogferðafólk ofta brúka

Um vikuskiftið verða FM-finalirnar fyri yngri deildir í flogbólti leiktar í Trongisvági. Í hesum finalum verða Føroyameistarnir í ymsu aldursbólkunum funnir

Tór-Ingar Akselsen hevur játtað at taka eitt afturat í svarta búnanum. 36-ára gamli sandavágsmaðurin var av týðningarmestu leikarunum í fjør

Um tveir mánaðir skulu húsini vera liðug, tí tá koma fyrstu gestirnir, sigur Tróndur Niclasen, sum rekur Útsýnið saman við konu síni

Blái Krossur skipar í vikuskiftinum fyri landstevnu. Hesaferð í Miðvági