Tveir teir máttmiklastu stríðsmenninir kallast tolsemi og tíð
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Áhugin at sleppa niðan á Trælanípuna í Vágum er rættiliga stórur. Eini 1-200 fólk taka túrin dagliga

Tað er eisini vakurt at flúgva sovorðnar dagar sum í dag

- Nú turkur hevur verið í nógvar dagar, eru vatnbrunnarnir í Sandavági farnir at tømast, sigur Vága kommuna

Vága Floghavn, boðar í dag frá, at Gudny Langgaard, sum hevur verið stjóri síðan 1. mai 2018, hevur valt at siga seg úr starvi, vegna nýggjar avbjóðingar

Eyðfinn Jacobsen úr Sandavági hevur framsýningina í august á Listavegginum hjá Betri í Miðvági

Í góðveðrinum í gjár vóru tey á fjalli á Slættanesi. Einir 250 áseyðir ganga har og tað gekk væl at fáa í rætt. Ullin verður brend

Í dag er formlig avtala gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar

Floglíkindini eru ikki av teimum bestu í dag

Sørvágs kommuna er farin undir eina skipaða útskifting av gøtuljósum. Í ár verða 30 gøtuljós skift

Millum annað skulu lundapisurnar hava føði, og so er gøtan eisini í ringum standi, verður sagt á uppslagi til útlendsku ferðafólkini, sum eisini verða biðin um at spyrja fyrst, áðrenn tey taka myndir av mykinesfólki

Bygda- og Ungmannafelagið Súlan handaði herfyri Heðini Mortensen, samferðsluráðharra, undirskriftir við kravinum um, at Jósup eisini siglur eftir 31. august 2019

Samstarvsnevndin fyri Barnaverndarstovuna í Vágum hevur gjørt av at seta Kristinu Háberg í starv sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Vágum frá 1. september 2019 at rokna

Tóat kappróðurin í dag á Vestanstevnu í Sørvági var nakað seinkaður fyri veður, so eydnaðist at avgreiða allar róðrarnar, tá ið tað klárnaði

Í dag hava tey runnið á Vestanstevnuni í Sørvági. Her eru vinnarar og tíðirnar

Tað var kjaftsvart í mjørka á Sørvásgsfirði, so kappróðurin mátti útsetast til klokkan nærri 17, men nú hevur fyrsti vaksnamannróðurin verið

Eftir at Vestanstevnan var sett í gjár var konsert á Stakka í Sørvági við lokalu sangarunum Jørgen og Jákup, Sámal Ravnsfjall, Erlu Poulsen, Tórfríð Tavsen og Hans Ravnsfjall

Móttøka var á flogvøllinum í Sørvági í dag, tá ið fyrsta av fýra neo-flogførum setti seg

Nýggja A320 neo-flogfarið hjá Atlantic Airways skal eita Ingálvur

Ein seinking hevur við sær, at nýggja neo-flogfarið lendur ikki á flogvøllinum í Sørvági fyrr enn kl. 16.45 og ikki kl. 15, sum áður boðað frá

Klokkan 1330 í morgin byrjar kappróðurin á Vestanstevnu sum í ár verður hildin í Sørvági. Tilsamans 68 manningar, harav 24 barnamanningar, fara at rógva

Í gjárkvøldiđ varð fyrsta neo-flogfarið í flotanum hjá Atlantic Airways handað flogfelagnum á flogverksmiðjuni hjá Airbus í Hamburg

Sambært Flightradar so hevur nýggja A320-neo flogfarið hjá Atlantic Airways gjørt tríggjar royndartúrar, tann seinasti hevur verið í dag - fríggjadagin kemur flogfarið

Tað er helst ikki tað sama at rógva á Genesarets vatni og at fara um Barði. Her koma ísraelarnir til Miðvágs og klárir at fara triðja túrin

Sverri er nú á veg á Miðvág við teimum seinastu átta kajakkrógvarunum

Meiddi rógvarin er nú ávegis til Havnar í sjúkrabili og Sverri á veg aftur á Víkar eftir restini av ísraelunum sum um middagsleitið komu illa fyri í kajakk

Sverri hevur tikið ein kajakkrógvara umborð og er á veg á Oyragjógv við honum

Sverri er fyri løtu síðani farin av Miðvági at koma kajakkum til hjálpar sum liggja uppi á sandinum á Víkum. Kajakkirnar sleppa ikki út aftur, tí tað er ókyrt. Talan er um níggju kajakkir

Fólkafundur, tónleikur og føroyskur dansur er nakað av tí sum er á skrá á Túnatónum í Mykinesi í kvøld. Her eru nakrar myndir

Fleiri hava longu leitað sær vestur til Mykinesar til Túnatónar, og í morgin fara uppaftur fleiri, tá ið eisini eykatúrur verður

Thordis Hansen í Miðvági, er nú givin sum ferðaleiðari í Kálvalíð. Hon hevur røkt hetta starvið fyrimyndarliga nú í nógv ár

Fyrr í kvøld kom tíðindaskriv frá MRCC um ein bát sum var uppsteðgaður í Mykinesfjørði. Báturin var sleipaður á Miðvág, har hann legði veiðuna upp - eini 2000 pund

Sum ein liður í framhaldandi at gera betringar á Vága floghavn, so er bilútleiganin nú flutt í gomlu farstøðina og eisini er víðkað um kunningardiskin,

Visit Vágar fer í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu aftur í ár at skipa fyri mentanarvikuni Vesturskin, sum verður í døgunum 18. til 24. august

Triði og seinasti partur av upptøkum í Føroyum hjá myndamanninum Nick Page. Hann vitjar í Kalsoynni og í Vágum

Umvælingararbeiðið av SOR-bygninginum við flogvøllin er komið so mikið langt, at Krígssavnið og Visit Vágar nú leggja til rættis at flyta inn

- Tað er átaluvert, at danska fakfelagið, FPU, í fjølmiðlunum manipulerar veruligu orsøkirnar til, at tvær flogternur eru sagdar úr starvi hjá Atlantic Airways

Talið á vitjandi ferfaldaðist í mai

Fyri løtu síðani fóru fimm smá flogfør og ein tyrla víðari á veg til Gørnlands. Millumlent var á flogvøllinum í Sørvági at bunkra

Miðvingurin Sverri S Nielsen hevur vunnið gull í rógving á World Cup í Poznan

Fyri viku síðani var nýggi og snotuligi svimjihylurin á Zarepta í Vatnsoyrum tikin í brúk

- Vit hava virkað sum álitisfólk hjá Atlantic Airways, og tí eru vit skelkaðar av at vera sagdar úr starvi, siga flogternurnar við KVF

Í dag hevur føroyska flogfelagið Atlantic Airways undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum

Henda myndin er av "dumpi" niðri í Fjøru í Mykinesi, og tóat vart hevur verið gjørt við tað, so eru tað fleiri sum enn brúka plássið til burturkast

Fiskastykkið er partur av gomlum pakkhúsi sum liggur við fiskastykkið Úti á Gjógv

Sól í allan gjár og blika logn fær ikki annað enn givið nógv fólk á Country- og Blues festivalinum í Sørvági

Í kvøld klokkan 19 var Country- og Blues festivalurin settur í Sørvági, og stemningurin er í hæddini á Dungasandi, sum hesar myndirnar vísa

Bjargingarbáturin Sverri hevur fingið eina undirvatnsdronu og ein hjartastartara í gávu frá Lions Club Vágar. Gávurnar blivu handaðar umborð á bátinum seinnapartin í dag

Hósdagin 13. juni kl. 17 verður Bassafestivalur hildin í Sørvági í sambandi við Country Festivalinum

Sambandsflokkurin hevði størstu framgongdina, 10,4 prosent, á Giljanesi í Vágum, meðan Tjóðveldi hevði størstu afturgongdina, 6,4 prosent

Í dag, 3. juni, læt nýggj Telebúð upp á flogvøllinum. Hetta er ein liður í at veita tænastu til vágafólk og tey mongu ferðafólkini, ið ferðast um Vága Floghavn