Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Støkk inn á gólvið til setanina í Gulu smiðju sunnudagin 21. apríl kl. 14.00. Til ber eisini at súkkla ella renna hagar í felag við Rynkunum ella Roysninum. Tíðarætlan og nærri kunning eru at finna í skránni, sí mentanarvikan.fo.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og Petur Hansen, formaður í Mentanarnevndini heldur røðu. Næmingar úr framhaldsdeildini í Runavíkar skúla framføra nøkur løg úr væl eydnaða sangleikinum, “Vakurleikin og Beistið”, ið tey sýndu í Løkshøll herfyri. Okkurt gott undir góman verður eisini at fáa.

Mentanarvikan 2024 byrjar við einum braki
Tað kann av sonnum sigast, at mentanarvikan byrjar við einum braki. Longu sunnudagin er nógv spennandi á skránni.

Fleiri listaframsýningar lata upp; millum tey, ið sýna fram, eru Astri Luihn í Glyvra kirkju, Harry Knudsen og Marita Terjadóttir í Bátafelagnum á Bakka, Ivonna Johansen í Oyndarfjarðar skúla, Petsia, Maifríð Skibenæs og David á Brúnni í Grótinum í Skipanesi.

Millum mangt annað hendan dagin verður Bachata dansur í Gulu smiðju um kvøldið. í Oyndarfjarðar kirkju framførir Guðrið Hansdóttir nøkur løg og Lív Maria Róadóttir Jæger lesur upp yrkingar. Í Funningi fer Sámal Matras Kristiansen at halda fyrilestur um sálmin ‘Tíðin rennur sum streymur í á’ í Funnings kirkju, og føroyskur dansur verður eisini í nýumvældu dansistovuni Funningi hetta kvøldið.

Mánadagin kanst tú m.a. læra um blómubinding ella at sáa, planta og velta egið grønmeti. Børnini kunnu vera við í teknikapping á Bókasavninum við Løkin. Mánakvøldið verður spennandi orðaskifti undir heitinum “Móðurmálið og vitlíki – á hvørjum máli samskifta vit?” í Løkshøll. Eitt væl upplagt panel er klárt at kjakast. Harumframt verða tónleikainnsløg v.m.

Jú, nógv er at gleða seg til! Kaga í fjølbroyttu skránna fyri ársins Mentanarviku í Runavíkar kommunu  21.-28 apríl á mentanarvikan.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo