At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Í sambandi við sýningina av dokumentarunum hjá Frihedsbrevet í OY í dag, er ætlaninin at forfólkini í politisku flokkunum skulu skifta orð eftir sýningina av dokumentarunum ‘Valdið aftanfyri valdið’, men hvørki Sambandsflokkurin ella Miðflokkurin senda umboð.

Tí boðaðu formenninir í flokkunum, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, frá beinanvegin sum innbjóðingin kom frá Frihedsbrevet, vátta báðir fyri VP.

Nakrir av vegleiðandi spurninginum, sum skulu viðgerast undir orðaskiftinum eru:

- Eru tit nøgd við avrikið hjá løgregluni í hesum málinum? Er eftirlitið nóg gott og revsingar nóg harðar? Hevði støðan verið betri, um løgreglan var yvirtikin sum eitt føroyskt málsøki?

- Hava politikarar skapt eina skipan, har summi hava fingið so stórt vald, at tey kunna gera, sum tey vilja? Hvussu uppliva tit trýstið frá aktørunum í vinnuni? Nær fer lobbyisma yvir um mark eftir tykkara tykki?

- Hvussu síggja tit uppá hetta við útlendskum áhugamálum í føroyskari vinnu? Ber til at bæði føroyingar og hollendarar vinna í senn - ella fer annar altíð at vinna meir enn hin? Er ongin trupulleiki í, at føroyskar fyritøkur eru so tætt knýttar at einari fremmandari stjórn sum í hesum førinum?

- Fram til 2019 var nógv politisk kjak um, hvat skal gerast við fiskivinnuna. Men nú hoyrist at kalla einki. Hvussu ber tað til? Er tað nakar flokkur, sum arbeiðir við nøkrum broytingum?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo