Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Ráðgevandi nevndin verður sambært løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv tilnevnd fyri fýra ára skeið og hevur til endamáls at ráðgeva landsstýrisfólkinum í at útluta stuðulsjáttan til menningarverkætlanir í altjóða høpi.

Nevndarlimirnir vórðu tilnevndir við atliti til javnstøðupolitikkin hjá landsstýrinum um javnstøðu tvørtur um kyn og aldur og við støði í fakligum ymiskleika, sum fevnir um teir geirar, ið oftast eru karmur um umsóknir til landsstýrið. Fakligu tilknýtini hjá nevndarlimunum fevna tískil um útbúgving, fiski- og alivinnu, vernd og minnilutabólkar, fólkaheilsu og tilknýti til føroyskar hjálparfelagsskapir.

Nevndin skipaði seg soleiðis á fyrsta nevndarfundinum 17. apríl 2024:

  • Ann Hermansdóttir, næmingaprestur, forkvinna.

  • Óli P. Wolles, útbúgvingarleiðari og vararektari á Miðnámi á Kambsdali, næstformaður.

  • Ingvard Fjallstein, fólkapensjonistur og fyrrverandi ráðgevi á Umhvørvisstovuni, nevndarlimur.

  • Monika Mohr, fulltrúi í Fólkaheilsustýrinum, nevndarlimur.

  • Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyar, nevndarlimur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo