Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Varveitingar vert øki!

Tá stór inntriv skulu gerast í náttúruna krevst umhugsni og skynsemi.

Fyri náttúrutilvitað er hetta eitt heilt serstakt øki. Fuglasløgini í økinum eru skúgvur, ternur, reyðspógvi, láir, fjallmurrur, kjógvar, mýrisnýpur, stelkar, erlur, títtlingar, grágrælingar, steinstólpur, óðinhanar, størsta helsareyðaøkið í Føroyum er her, grælingar, tjøldur, tangspógvar, vípur, drunnhvítar, sýldir drunnhvítar, likkur, svartbakar og onnur másasløg. Lómar á Gróthúsvatni og ymisk antarsløg.

Fáar 100 metrar frá ætlaðu staðsetingini eru fuglabjørg. Har eiga lundar, lomvigar, álkur, ritur, skrápar, skarvar, æður og teistar, og aðrir smáfuglar, sum veiða kykt í bjørgunum.

Henda ætlanin er sera illa umhugsað, tí neyðugt verður at gera ein langan breiðan veg við fleiri brúm og rulliportrum gjøgnum 7 hagapartar við grýtutum heyggjalendi. Báðumegin fjallaryggin eru vátlendi við stórum lívfrøðiligum plantumargfeldi sambært serfrøðingum. Økið frá Gróthúsvatni í Trøllhøvda og aftur í Salthøvdan eigur at gerast til størsta ramsarøki í Føroyum, tí ongastaðni í landinum er slíkt serstakt náttúruøki.

Av tí at myllurnar eru so ógvisliga stórar og so nær bygdum øki, koma tær at hava neiliga ávirkan á trivnaðin og sálarheilsuna hjá fólki.

Í luftini  verða óljóð, skuggakast og turbulensur. Ristingar í jørðini koma at ávirka fuglalívið og fenaðin. Sandoyggin missir síni  ríku náttúru eyðkenni. Vit skulu varðveita Sandoynna, sum tað serstaka og serliga náttúruøkið, Sandoyggin er. Uttan serstøku náttúruna í Sandoynni vera Føroyar fátækari.    

Jóanes í Miðstovuni í Trøðum 56, 210 Sandur
Róin Clementsen Heimasandsvegur 1, 210 Sandur
Hallur Jensen undir Reynum 13, 210 Sandur
Jóan Petur Clementsen, Undir gøtuni 6, 210 Sandur

Í Sands kommunu eigur støða at takast til gegni hjá kommunustýrislimum!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo