Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bretska avísin The Guardian skrivar, at Pólsísurin er víðkaður 6. ár á rað.

Frá 2018 er hann øktur hvørt ár til 14 mió km2 og fevnir nú 50% meir enn tá.

Klimakultistar hata summar og sól og elska kulda og kava. Hetta átti at frøtt tey.

Rákísurin kring Svalbard vaks nú í mars og apríl meiri enn nakað ár síðan 1980.

Tað er kortini helst eitt vónbrot fyri CO2 gyklarar, ið liva av skattamiljardum.

Al Gore, CO2 spekulantur, góður fyri $300 mió av CO2 inntøku, spáar ikki nú.

Hann hevur livað feitt í 20 ár av at spáa 4 ferðir, at Norðpólsísurin hvørvur.

John Kerry er hovríkur sum maður arvingin til Heitz ketchup-miljardirnar.

‘Religiøst’ forstýrað av kolvetni
Slíkir og Gaia Thunberg eru skurðgudar hjá Ingilín og hennar trúarfeløgum.

Tey eru so ’religiøst’ forstýrað, at tey síggja olju sum dýrið í Opinberingini.

Teirra lívsmál er m.a. at forða U-londum at brúka kolvetni til ídnaðarmenning.

Men Komma-Kina hevur byggisátmálar heima og úti til 100-tals kolorkuverk.

Tað ger alt stríð Vesturlanda at minka CO2-ið til fánýtis politiskan heilaspuna.

Fyrsta ættarlið av el-bilum hevur kostað billiónir og slóu ikki ígjøgnum.

Men tað eru giga almennir pengar at tjena í ‘burðardyggari og grønari’ orku.

Kina, Rusland, Iran og arabisku londini hava buktina og báðar orku-endarnar.

Okkara vinstrahallu oljuhatarar ræðast eitt meiri enn kol, olju og gass.

Tað er kjarnorka, hóast hon er tryggasta, bíligasta og reinasta el-orkukelda.

Enn hevur eljustríðið um orku bert snúð seg 10% av allari heimsins orku.

SEV kundi keypt 1000-tals tons av tungolju til Sundsverkið fyri 1,5 mia kr.

Teir meta tað er prísurin, ein ‘pump and storage’ skipan í Vestmanna kostar.

Nei, uttan fulla kraft fram til kjarnorku vinna Vestanlond ikki orkubardagan.

Samstundis mugu vit ikki skjóta okkum í fótin við at føra kríggj móti oljuni.

Ikki upphiting, men skaðiligur politikkur
Upphiting hóttir ikki heimin, men trábeitni teirra forstýraðu at bjarga honum.

Tey billa sær inn at kunna stýra hita og kulda í atmosferðini við ‘joysticki’.  

Ung heilavaskað ræðast CO2. Tað er ikki eiturgass, men tryggjar alt plantulív.

Meinaleystur vatndampur er nógv størsti partur av vakstrarhúsgassunum.

Sammett við vatndamp útger CO2 bert 0,04% av luftrúminum kring knøttin.

Heimshøvini eru bert ornað 0,004 stig C hvørji 10 ár síðan ístíðina.

Gassgos í sólini og geislingar ávirka hitalagið á jørðini meir enn nakað annað.

Rúmdarmyndir prógva, at skaðin av skógareldum er minkaður 25% síðan 1998.

Prófast vóru flestu tropisku ódnir tey lýggju 1930-árini enn árini síðan 2000.

Í 1930-unum raktu tær okkara havøki og søktu fleiri sluppir enn fyrri og seinni.

....Ná, men aftur til vaksandi pólís í Norðuratlantshavi og feitar ísbjarnir.

Pólísurin flutt seg suðureftir
Rákísurin úr Arktic røkkur nú í apríl suður um Bjarnoynna og Spitsbergen.

Svalbard er umgirt av havísi, ið nú er 500.000 km2 (sum Frakland) til víddar.

Á eini pólskari royndarstøð har hava tey sæð fleiri og feitari ísbjarnir enn áður.

Tær liva mest av kópi og nósum, so fleiri ísbjarnahvølpar yvirliva enn vant.

Fyri 50 árum síðan var ísbjarnastovnurin minkaður niður í 5.000 bjarnir.

Eftir friðing fyri veiði síðan tá er hann mentur aftur til 25-30.000 dýr.

Miðal kuldin nú í mars á Svalbard lá um -20 froststig, t.e. væl lægri enn vant

Fiskiskapur í eystara Barentshavi hevur verið darvaður av ísi í vár.

Fimbulsvetur í Norðurskandinavia hevur gjørt, at Botniska víkin er fryst.

Svenskir og finskir ísbrótarar arbeiða enn i hálvum apríl í 90 cm tjukkum ísi.

Í vikuni var sjóvarkuldin í Luleå -2 og í Kiruna í Nordbotten -10 stig.

The Guardian fær síni tíðindi frá fylgisveinum CrySat hjá ESA-stovninum.

Minni dómadagsmeyl um ovurhita
Hetta er veruleikin nú kring Norðpólin og suðureftir í Norðuratlantshav.

Jú harðari kuldin býtur, jú veikari vena miljónir av CO2 spekulantum seg.

Landstýrið heldur enn fram at kríggjast móti olju, ið eigur livið í okkum.

Vit vóna, men vænta ikki, at politiska vasið um el-orku nú ger hana bíligari.

Tað kostar 100-tals mió at banna vanligar keldur til húsahita og bilbrenni.

Kultistarnir halda tó ikki nú uppá, at pólsísurin hvørvur í ár, sum teir plaga.

Flestu av heimsins akademisku klimaklovnum liggja enn í vetrarhíð.

Men skjótt harðnar málageipanin aftur um hvørt methitastig í Suðurevropa.

So rulla skattamilliardir aftur niður í lummarnar á hesum klimagyklarum.

Í fjør summar lugu klimakultistar um 10.000-tals deyðsføll av hita.

Almenn hagtøl siga, at fyri hvønn deyða av hita doyggja 5-6 fólk av kulda.

Hagtøl prógva, at nú doyggja bert 3% so nógv fólk av ovurveðri sum í 1921.

Hvørki ovurhiti ella permafrost í bræði
Hvørki ovurhiti ella permafrost verða aktuell í bræði. Slíkt tekur ævir av tíð.

Øll eru samd um, at jarðarhitin nú er um 4-5 stig lýggjari enn í síðstu ístíð.

Fyri 20.000 árum síðan byrjaðu heimsins ískappar og jøklar at bráðna.

Síðan er havskorpan hækkað um 1,5 mm árliga í miðal. 120-150 metrar íalt.

Tað heldur fram, til hitalagið koppar hin vegin, og tað aftur gongur móti ístíð.

Fyrst tá kunnu tey menniskju, ið liva á jørðini, byrja at stúra av álvara.

Men hesi kulda- og hitaskifti alda seint upp og niður við øldum ímillum.

Fyribils vóna vit øll, at Føroyar uppliva eitt vet av ‘global warming’ í summar.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo