Tveir flogskiparar hjá Ethiopian Airlines eru koyrdir til hús, tí teir kundi elvt til eina stóra vanlukku tá flogfarið, sum teir flugu, skuldi úr Khartoum í Sudan til Addis Ababa í Etiopia.
Samband fekst ikki við flogfarið, sum eisini fleyg framvið floghavnini, tí bæði flogskipari og stýrimaður vóru sovnaðir. Flogfarið helt fram at flúgv við 10 kilometra hædd.
Til endans eydnaðist at fáa vakt teir í stýrihúsinum, sum síðani lendu flogfarið trygt har tað skuldi seta seg. Teir vórðu síðani sendir til hús, ímeðan hendingin verður kannað.
Fleiri viðmerkjarar hava síðani sagt, at talan er ikki um nakað eindømi, og at fleiri flogfeløg um allan heim ikki halda reglurnar um hvílitíð sum manningin skal hava.
Deeply concerning incident at Africa’s largest airline — Ethiopian Airlines Boeing 737 #ET343 was still at cruising altitude of 37,000ft by the time it reached destination Addis Ababa
— Alex Macheras (@AlexInAir) August 18, 2022
Why hadn’t it started to descend for landing? Both pilots were asleep. https://t.co/cPPMsVHIJD pic.twitter.com/RpnxsdtRBf
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo