Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Tað er ikki altíð at kommunan fær tað at vita, tá bygningar á leigaðari grund, mest á havnaøkinum, skifta eiga. Tí tá stendur kommunan eftir við einum leigusáttmála, sum ikki er við aktuella eigaran, og tað kann geva avbjóðingar, stendur at lesa í nýggju ársfrágreiðingini hjá Kommunufelagnum.

Felagið hevur fingið fyrispurning frá eini kommunu, sum segði at hetta var ein afturvendandi trupulleiki.

Kommunufelagið svaraði, at yvirskipað er onki til hindurs fyri, at ein slíkur bygningur á leigaðari grund skiftur eigara. Og tað er onki krav um, at kommunan skal kunnast, áðrenn eigaraskiftið kann fara fram.

- Í slíkum føri kann vera hóskiligt at gera eitt ískoyti til sáttmálan, har eisini nýggjar treytir verða settar í , t.d. at bygningurin ikki kann skifta eigara, uttan at nýggi eigarin hevur leiguavtalu við kommununa, ella at kommunan játtar at lata nýggja eigaran yvirtaka skyldurnar sum leigari eftir sáttmálanum, sigur Kommunufelagið.

Les alla ársfrágreiðingina hjá Kommunufelagnum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo