Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (mar. 20 - feb. 21) var 8,1 mia. kr. Tað er 340 mió. kr. minni enn undanfarna skeið.
Telja vit ikki skip og brennievni við, er innflutningurin vaksin.
Innflutningurin av skipum er minkaður 400 mió. kr., og vit hava eisini brúkt 300 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.
Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo