Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF Úrslit: ÍF – Ternan 3-0 (25-11, 25-16, 25-12)

ÍF tryggjaði sær í kvøld bronsumerkini við tryggum 3-0 sigri á Ternuni.

Undan dystinum var ÍF eitt stig aftanfyri Fleyr, sum klintraði upp á triðjaplássið við 3-1 sigri á júst ÍF seinasta týsdag. Men ÍF hevði eitt skot eftir í byrsuni, og við sigri á Ternuni fór bronsan til Fuglafjarðar.

Eftir at Ternan hevði lagt seg framum 1-0 í fyrsta setti, sást kortini skjótt, hvønn veg tað bar, tí brátt var 14-2 til ÍF, og løtu seinni 25-11.

At tosa um spenning í øðrum setti er heltst at taka ov rívan til, men fyrstu løtuna var Ternan á odda við tveimum og trimum, og soleiðis gjørdist støðan 9-6 til gestirnar. ÍF javnaði tó til 9-9 og helt á til 13-9, áðrenn settið varð vunnið 25-16.

ÍF helmaði ikki í í triðja setti og fór framum 4-0 og vann uttan himpr 25-12.

Við sigrinum fór ÍF upp á 18 stig; tvey meira enn Fleyr á triða plássi.

Annars hevur Fleyr staðið seg betur enn ÍF í dystunum teirra millum, har Fleyr hevur fingið 8 stig og ÍF 4, men aftrat tí hevur Fleyr bara vunnið á Ternuni, og einki stig fingið ímóti Mjølni og SÍ. ÍF hinvegin hevur vunnið á teimum báðum.

Leygardagin kl. 13 verður seinasti dysturin fyri finalurnar, tá finaluliðini Mjølnir og SÍ møtast í Klaksvík. Vinnur SÍ 3-0, so eigur SÍ heimavøll í fyrru FM-finaluni. Øll onnur úrslit merkja, at Mjølnir fær heimavøll í fyrru finaluni. Seinna finalan verður spæld í høllini á Hálsi.

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Mjølnir

15

30

39

2

15

24

36

3

ÍF

16

-2

22

4

Fleyr

16

-4

20

5

Ternan

16

-48

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo