Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hiddenfjord: Alifyritøkan Hiddenfjord hevur fingið altjóða góðkenning fyri burðardygga aling frá Best Aquaculture Practice (BAP).

Við góðkenningini av smoltstøðini á Fútakletti hevur Hiddenfjord nú fýra BAP stjørnur, sum er fremsta góðkenning hjá BAP. 

- Ferðin hjá Hiddenfjord at góðkenna alla virðisketuna hevur verið hugtakandi. Tey bundu seg til fýra-stjørnaðu treytirnar frá byrjan og løgdu nógv fyri at fáa verkætlanina framda í verki. Eg veit, at øll í fyritøkuni eru errin av avrikinum, sigur Iain Shone, stjóri fyri evropiska partin av Global Seafood Alliance, sum hevur ment BAP góðkenningina.

BAP góðkenningin umrøður fýra høvuðsevni í ábyrgdarfullari aling av fiski og sjógæti: umhvørvi, samfelagi, matvørutrygd og djóraheilsu og -vælferð. (allir formar bundnir ella eingin)

- Vit frætta frá okkara kundum, at BAP góðkenningin hevur stóran týdning og virkar sum trygd fyri, at alingin fer fram á rættan og burðardyggan hátt. Hetta hava vit sjálv verið sannførd um í langa tíð, men tað er virðismikið at hava eina góðkenning, sum staðfestir tað fyri okkara kundum.

- At fáa fjórðu stjørnina er ikki bert eitt avrik, men vísir eisini á okkara áhaldandi stremban eftir bestu góðsku og burðardygd.

- Góðkenningin kemur at styrkja okkara marknaðarstøðu, og tað fegnast vit um, sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord.

Hiddenfjord er fyrsta alifyritøka í Føroyum, sum hevur ovastu BAP góðkenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo