- Eg gjørdi av at fara undir skýggini at flúgva, men tað var ikki tann besta avgerðin, tí vindurin var nógvur og einaferð fleyg eg á høvdinum einar 2.000 føtur (600 m) yvir sjónum, greiðir amerikumaðurin Israel Briggs frá um tilburðin, tá hann ætlaði at neyðlenda í Vágum, men varð noyddur at avbróta tað lendingina og heldur flúgva teir umleið 400 kilometrarnar til Stornoway í Suðuroyggnum ístaðin.
Hann skuldi flúgva úr Tønsberg í Noregi til Main í USA við einum gomlum flogfari við tveimum motorum, sum hann hevði keypt. Men av tí at annar motorurin fór at leka olju, var hann noyddur at broyta ætlan.
Stornoway Gazette hevur tosað við hepna flogskiparan, sum mátti uppgeva at neyðlenda í Vágum og ístaðin fleyg til Stornoway og neyðlendi har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo