Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Rentumunurin (ella rentumarginalurin, sum er munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna) er øktur munandi síðani juli 2022, tá renturnar byrjaðu at hækka. Fyri privatkundar er rentumunurin hækkuður við einum prosentstigi og fyri vinnukundar við tveimum prosentstigum. At rentumunurin økist gevur bankunum betri úrslit.

Talva 1 vísir úrslitið hjá føroysku peningastovnunum í krónum, umframt solvensin við árslok 2023. Eisini sæst eginpeningsavkastið, sum hjá Føroya Banki var 16,9% í 2023 og 13,2% hjá Betri Banka.

Mynd 1 vísir gongdina í úrslitinum áðrenn skatt og úrslitið av grundrakstrinum. Her sæst eisini týðiliga at 2023 hevur gingið væl betur enn árini frammanundan. Myndin vísir eisini, at niðurskrivingar á útlán eru nærum ongar, sum merkir, at kundarnir higartil hava megna rentu- og príshækkingarnar uttan at afturgjaldsevni teirra er versnað  munandi.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo