Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fotostudio: Nú verður møguligt at síggja forkunnugar fotomyndir, ið vísa føroyska gerandisdagin fyri meira enn hundrað árum síðani.

Í 1980 ognaði Per á Hædd sær 140 glasplátur við myndum, sum danski fotografurin Anders Peter Hansen tók í Føroyum í 1911. Tær flestu eru úr Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum, og geva tær eina góða fatan av tí framburði, føroyska samfelagnum hevur verið fyri síðani.

Framsýningin, sum Fotostudio hevur sett upp og sum eisini er søluframsýning, letur upp í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 18. apríl kl. 16.00 vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo