Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Í sambandi við ætlanina í Suðri um kommunusamanlegging, setti VP borgarstjóranum í Vága kommunu, Bjarna Prior, spurningin um nakrar ætlanir eru um kommusamanlegging í Vágum.

Men til tað sigur Bjarni Prior, at í løtuni er einki ítøkiligt viðvíkjandi samanlegging millum kommunurnar í Vágum.

Spurdur um sína pesónligu meining um eina kommunusamanleggin, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, at hann persónliga metir, at kommunustýrini, ið sita eftir valið, eiga at seta seg saman og kanna nærri, hvussu undirtøkan er fyri eini kommunusamanlegging.

- Eg meti at tíðin er komin til at leggja Vágar í eina kommunu, og júst nær er ikki so týðandi, men meira at ein tilgongd verður byrjað.

- Hettar tí at framtíðin bjóðar okkum øllum av, krøvini, ið sett verða okkum kommunum gera, at vit mugu hava eina ávísa stødd, og saman hava vit nøkulunda ta støddina og orkuna.

- Ikki tí, Vága Kommuna og Sørvágs Kommuna hava tað heilt sikkurt gott í løtuni og samstarva væl, men um mann hyggur fram í tíð, so er ein samanlegging skilabest eftir míni metan, sigur borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, í viðmerking til VP.

Les eisini:

Vága kommuna yvir 2.200 íbúgvar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo