BirkBloggur: Fyri fimm árum síðan greiddi Ólavur Ellefsen frá um tilgjørdan vitleika, "artificial intellegence", á stevnu fyri lærarum um framtíðarskúlan, sum Nám skipaði fyri í Norðurlandahúsinum.
Í útvarpssamrøðu, sum Leif Láadal hevði við Ólav Ellefsen í vikuni, kom fram, at nú er ein nýggjur kjattrobottur í vitlíki, chatGPT, virkin á føroyskum.
Til ber hjá øllum at rita inn, til dømis við Google kontu, og frítt at kjatta við robottin, sum eftir sekundum gevur tær eitt føroyskt svar.
Tó, svarið er ikki altíð eftirfarandi og faktuelt korrekt, skuldi tú væntað tað.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo