Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Tryggingarfelagið LÍV: Tryggingarfelagið LÍV og Sp/f Kanjon hava gjørt eina avtalu um bygging av 30 leiguíbúðum í miðbýnum í Klaksvík. Verkætlanin, ið er ment saman við Kanjon og SNA, fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Avtala er gjørd við P/F Nema, ið kemur at hava handil og skrivstovu í hølunum.

LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og hevur við hesi avtalu nú gjørt avtalur um íalt 85 leiguíbúðir í Havn og í Klaksvík. Arbeitt verður við at finna eina smidliga loysn til møguligan biðilista og umsiting av leigumálunum. Kunna verður nærri, tá ið íbúðirnar vera klárar at leiga út.

Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd beinanvegin og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu á sumri 2026.

Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur. Somuleiðis hevur Klaksvíkar Kommuna víst stóran áhuga í at nøkta tann økta bústaðartørvin í kommununi og hevur verið ein týðandi viðspælari í tilgongdini til hesa verkætlan.

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV sigur:

- Endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum okkara eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing og at íløgurnar eisini skulu koma kundum okkara, og føroyska samfelagnum, til góðar. Leiðslan hjá LÍV er sannførd um, at við hesi verkætlan, verða hesi málini nádd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo