Tveir teir máttmiklastu stríðsmenninir kallast tolsemi og tíð
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kinesiska Huawei hevur brúkt moldvørpur, avlurtingartól og dronur til at njósnast móti danska TDC, skrivar Bloomberg

Posta hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri 2022

Hesar báðar myndirnar frá FishFacts vísa, at russisk skip bæði bunkra og umskipa í Irmingarhavinum beint nú

Innflutningurin uttan skip og flogfør 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,5 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna skeið

Her er frágreiðingin hjá Fishfacts sum var løgd fram fyrrapartin

- Roknistykkið hjá Sjúrði Skaale við einum vinningi á 3-400 milliónir krónur av at slíta fiskiveiðuavtaluna í Barentshavinum byggir á búskaparfrøðiligt møsn

Sum VP skilir eru reiðarí og skipasmiðjan í Turkalandi samd um treytirnar fyri yvirtøkuni

- Mai mánaði er ofta av lakastu mánaðum til grøna orku m.a. við liggjandi góðveðri, og elframleiðslan í mai verður vanliga í størstan mun borin av dieselriknu verkunum. Men so var ikki í ár, sigur SEV

- Vit fara at arbeiða við at menna fleiri staðbundin ferðavinnutilboð í oynni, sigur Barbara Vang av Skarði, sum júst er sett sum leiðari á Visit Sandoy, við Útvarpið

Seinkingar í 5G-verkætlanini hjá Føroya Tele og Ericsson hava við sær, at føroyingar nú kunnu vænta at fáa 5G-samband í heyst. Stórar uttaneftir avbjóðingar eru orsakirnar til seinkingarnar

Í góðveðrinum í dag hava starvsfólk á Fiskaaling sett hita- og streymmátarar út í Tangafirði og Kaldbaksfirði

Í farnu viku var fokus sett á ófullførdar byggiverkætlanir í Kringvarpinum. Føroya Handverksmeistarafelag hevur leingi víst á tørvinum at skipa løggilding fyri handverksmeistarar

Føroysk húsarhald eiga privata eftirlønaruppsparing í Føroyum á 9,3 mia. kr. og umleið 2,3 mia. kr. í eftirlønarupsparing í donskum pensjónsfeløgum, og tað svarar til 46% av BTÚ í 2022

Smáar tvær milliónir krónur lógu eftir til eigararnar í fjør

Árið í fjør var eitt miðalgott ár hjá uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri

Ársúrslitið í fjør gjørdist 7,2 mió kr tann skeiva vegin

Felagið sum millum annað hýsir virkseminum hjá Norðborg og Christiani í Grótinum hevði 115 mió kr í yvirskoti í fjør

Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri vikuna sum kemur

Vit skulu heilt aftur til 2011 fyri at finna eitt líka gott ár sum tað í fjør

VP hevur fingið eitt yvirlit fyri árini 2014 til og við 2022 frá Bergfrost, sum vísir, hvussu nógv tons russik skip hava landað í Føroyum av fiskasløgunum svartkjaftur, makrelur, sild og kongafiskur

SAS gevst at selja millum annað Marabou og Daim í flogførunum hjá felagnum. Tað skriva svenska Aftonbladet og norska VG

- Taka vit yvir 5 ár, so hava vit 1,3 milliard minni at gera íløgur fyri, tí tað skula vit nú rinda í eykaskatti ístaðin fyri, segði stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, í Breddanum fyrrapartin

Í dag, 8. juni, er World Ocean Day - alheims havdagur. Kring heimin eru tiltøk til tess at varpa ljós á týdninginum av havinum, eins og ta ábyrgd vit hava at umsita havið og tilfeingið á skynsaman hátt

- Fishfacts hevur skrivað og givið út greiningina, “Mackerel Season 2022”, har farið verður í dýpdina við norska, íslendska og føroyska fiskiskapinum eftir makreli í 2022

Í góðveðrinum fríggjadagin 2. maj var týðandi dagur hjá MEST á Skála, tá ið gamla havnarskrivsstovan, formliga lat upp, sum eitt uppihaldsstað fyri starvsfólk hjá MEST

- Seinastu árini hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag merkt ein vaksandi eftirspurning eftir ráðgeving innan burðardygd

Fríggjadagin 2. juni var aðalfundur hildin í Føroya Arbeiðsgevarafelag

- Av nýggja tøkugjaldinum, kann væntast minni virksemið á góðskingarvirkinum á Glyvrum. Ikki fleiri íløgur á Glyvrum - í staðin er ætlanin at byggja nýtt góðskingarvirki í Skotlandi

 

Apple Vision Pro eru nýggju brillurnar, sum gera, at tú fært sæð og brúkt apps uttan at skúla brúka eina teldu

Nógv umrødda føroyska distillaríið byrjar í dag sítt seinna almenna umfar av altjóða hópfígging. Málið er at útvega 6 mió. kr.

Kringvarpið tosaði við nøkur av umboðunum sum vóru á fundi í Uttanlandsnevndini, millum annað formannin í Reiðarafelagnum

Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos, hevur verið og tosað við Uttanlandsnevndina og boðskapur hansara var greiður. - Eitt og hvørt tiltak móti Russlandi kann ávirka okkara útflutning til Russlands

Bæði topplinja og botnlinja settu met í fjør

Heimsins størsta alifyritøka, norska Mowi, hevði eitt gott ár í Føroyum í fjør

Nærum 22 mió kr lógu eftir til eigarnar tá hvør hevði fingið sítt

- Pengarnir skulu millum annað brúkast til at gera fleiri íløgur, sigur whisky brennaríið í Vestmanna

- Síðani 2019 hevur Fiskaaling arbeitt við Sjósílaverkætlanini, sum hevur til endamáls at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Sum liður í verkætlanini hava starvsfólk frá Fiskaaling verið í ánni í Norðragøtu í dag og í gjár og merkt síl

Sum tað fyrsta norðurlendska postverkið gevur Posta út kryptofrímerki. Frímerkini verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe

Heimsins størsta alifyritøka, norska Mowi, strikar íløgur í Noreg fyri fimm milliardir norskar krónur eftir at serskatturin á laks var samtyktur í Stórtinginum. Og hetta er bara byrjanin

- Biogassverkið Førka kann nú framleiða orku úr matleivdum frá hotellum, heilsølum, matvøruhandlum og øðrum. Tað vísir úrslitið av royndarverkætlan

- Innlánsrentur hækka við upp til 0,40 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar

Tesla-stovnarin og Twitter-eigarin Elon Musk er aftur á trónuni sum heimsins ríkasti

Fiskaaling fingið stuðul at menna amboð, ið vísir hvar bitlar frá alivirksemi enda

- Rentuhækkingarnar merkja, at innlánsrenturnar hækka við upp til 0,40%-stigum p.a.

Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2022 varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku, og hann vísir eitt avlop á 24,9 mió. krónur

- Rentan verður hækkað fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava undirskrivað nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólk hjá Elektron

- Tað er eyðsæð, at ein styttri arbeiðsvika kemur at krevja bæði meira pening og fleiri hendur; nakað sum longu nú er ein avbjóðing fyri føroyska búskapin

Nordiq Aqua Partners, sum hevur til endamáls at ala laks á landi í Kina, vaks nærum 13% í virði farnu viku