Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mánakvøldið 16. oktober kl. 19.30 verður konsert við álendska kvinnukórinum Flera Röster í Vestmanna kirkju

The Good Old Days er heitið á eini nýggjari fløgu, sum føroyski útisetin Simon von Konoy, gevur út í hesum døgum

Føroyska songkvinnan, sum í august mánaði framførdi í Tivoli, vitjar nú aftur í Danmark, har eitt nú konsertir í Herning, Næstved og Keypmannahavn eru á skránni

Listarmaðurin Heiðrikur á Heygum setir í heyst kós móti Ruslandi, og á ferð síni móti Moskva spælir hann til konsert á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

Lágargarður hevði boðið grannanum frítíðarskúlanum Smílibýlið til bollar og kakao, nú 30 ár eru liðin, síðani tey fyrstu húsfólkini fluttu inn á Lágargarði

Tað er ikki øllum kórum beskorið at kunna fylla tríggjar so ymiskar kirkjur sum Fríðrikskirkjuna (haðani myndin er tikin), Vesturkirkjuna og Christianskirkjuna bæði á ein og annan hátt. Men tað megnaði føroyska kórið VOX

CBS skrivaði at 66 ára gamla rocklegendan er deyð, men TMZ boðar frá at hann er á lívi, men helst ikki fer at yvirliva

Bjóðað verður nú til nostalgi tiltak á Reinsarínum í Havn, har Jens Lisberg saman við tónleikarum, heldur heiðurskonsert fyri Elvis Presley. Í ár eru 40 ár síðani Elvis andaðist

Í sangkappingini 'Voice Junior' á TV2 leygarkvøldið klokkan 19, er Alisa Stephansdóttir ein av luttakarunum. Alisa er dóttir Noru Myllhamar úr Sandavági

Fyrr í ár kom út eitt ískoyti til donsku sálmabókina, nevnd Kirkesangbogen. Millum teir mongu tónleikararnar, sum hava fingið sálmar sínar við í bókina, er okkara Teitur Lassen

Komandi vikuskiftið fer gospelkórið VOX at hava konsertir í trimum kirkjum í Føroyum

Føroyski bólkurin Hamferð hevur júst kunngjørt, at bólkurin hevur skrivað undir plátusáttmála við amerikanska plátufelagið Metal Blade Records

Á hugnaligari samkomu í Móttøkuhúsinum í gjár heiðraði Tórshavnar kommuna kórinum Tariru, sum herfyri kom aftur av altjóða kórkapping við ikki færri enn trimum gullheiðurslønum

Stórt hátíðarhald verður á Reinsarínum, nú spælistaðið fyllir ár

Fríggjakvøldið 6. oktober fer Lena Anderssen á pall í Reinsarínum fyri fyrstu ferð síðani útselda konsert í mars mánaði í fjør. Tann konsertin var hildin í sambandi við útgávuna Eagle In The Sky, sum fyrr í ár varð kosin ársins útgáva til Faroese Music Awards (FMA)

Sangurin 'Despacito', var stóra megahittið í fleiri londum og er skrivaður og sungin av Luis Fonsi, sum er úr Puerto Riko

Fyrsta páskadag í 1957 sang Tofta Streingjakór fyri fyrstu ferð. Síðani hevur kórið sungið til møtir og gudstænastur um alt landið og verið uttanlands. Í kvøld kl.19.00 verður hátíðarløta í Tabor á Toftum, fyri og saman við Streingjakórinum

Sangurin "Shape of You" hjá Ed Sheeran er nú mest spældi sangur nakrantíð á Spotify, eftir at sangurin hjá Drake, "One Dance" hevur ligið á odda í 11 mánaðir

- Langt er ímillum, at klaksvíkingar, norðingar og eysturoyingar hava høvi til at sita og njóta sang og orgulspæl á so høgum støði, har karmurin ikki stóð aftari enn hátignarliga og vælljómandi Christianskirkjan í gjárkvøldið

Kórið eitur UNITY, og er sett saman við børnum úr Missiónshúsinum á Strondum, Missiónshúsinum Libanon í Sørvági og Nebo á Toftum

Vinnarin av Eurovision Song Contest 2017, Salvador Sobral, er innlagdur á sjúkrahús og tørvar hjartatransplantasjón, skriva fleiri portugisiskir miðlar

Jann Wenner redaktørur boðar frá at hann selur blaðið sum hann fyrstu ferð gav út fyri 50 árum síðani – í 1967 – tá ið hann var lesandi í San Fransisko. Seinastu árini hevur hann givið blaðið út saman við soninum

Í fyrradagin kom nýtt sjónbandalag til staklagið “Save Your Love For Me” sum eisini verður við á tí nýggju útgávuni hjá Lindu Andrews

Fleiri føroysk nøvn vóru aftur á skránni seinasta kvøldið á Mítt Land-festivalinum á Amager, og í gjárkvøldið vóru uppaftur fleiri fólk enn fríggjakvøldið

Í gjárkvøldið byrjaði festivalurin Mítt Land í Danmark. Her eru fleiri myndir

Fyrireikingarnar til festivalin Mítt Land, sum byrjar í kvøld kl.19.00 á Amager Strandpark, eru byrjaðar í besta summarveðri

Sangarinnan og sjónleikarin Selena Gomez hevur ikki verið at sæð alment meginpartin av summarinum, og nú greiður hon frá hví

Verður sunnudagin 17. september 2017 kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum. Konsertin er ókeypis

- Eini 10 ár plaga at vera millum fløguútgávurnar hjá Eyðuni Nolsøe, og herfyri kom hansara triðja soloútgáva í handlarnar, "Dagur legst at degi"

Ein av heimsins best kendu stílmeistarunum innan countrytónleik, Don Williams, er deyður, 78 ára gamal

Bólkurin hevur seinastu tíðina arbeitt við nýggjum tilfari og ‘Sometimes I Wish’ er fyrsta lagið í einari røð av løgum, ið bólkurin leypandi fer at geva út

Gittarleikarin Walter Becker var í juli ikki við hinum í Steely Dan á pallinum. Í dag doyði hann, 67 ára gamal

Í samband við nýggju útgávuna hjá Elinborg, ið ber heitið ‘’Landið, sum ongin sær’’, gevur Elinborg eitt nýtt og kensluborið sjónbandalag út. Lagið eitur ‘’Um eg kundi’’

Næstan 12.000 norðmenn arbeiddu í norsku tónleikavinnuni í 2015, og umsetningurin var 10 milliardir norskar krónur, sambært frágreiðing hjá Music Norway

Amerikanska popp-drotningin fær nú reypað av heimsins mest sædda musikkvideo í eitt døgn - 43 milliónir spældu "Look What You Made Me Do" teir fyrstu 24 tímarnar - í miðal 30.000 vísingar hvønn minutt

Í gjárkvøldið SALT karmur um eitt takkartiltak frá Varðanum Pelagic og SALT í sambandi við at virkið hjá Varðanum Pelagic brendi tann 9. juni í ár

Ein rockkonsert í Rotterdam í Niðurlondum var avlýst í kvøld, eftir at løgreglan í býnum fekk tips frá sponsku løgregluni um eitt møguligt terrorálop

Stórt alment tiltak í SALT leygarkvøldið 26. august kl. 19

Í hesi vikuni, 15. - 22. august 2017, er Urval Ensemble – ein klarinettkvartett úr Euskal Herria, Baskaralandinum í Spania á vitjan í Føroyum

Summar Festivalurin 2018 verður hildin dagarnar frá 9. til 11. august. Forsølan til næsta Summar Festival byrjar í heyst

– Eg hevði ynskt, at restin av verðini var sum Føroyar, skrivar Steve Lukather í heilsan til føroyingar

Sesong nummar 11 verður tann seinasta síggjarasuksessin. - Nú er stundin at royna nakað nýtt, sigur miðlastjórin í DR

Her eru nakrar myndir frá Summarfestivalinum, sum ikki allar vóru lagdar út beinanvegin - eitt slag av einum ískoyti

Um 10.000 hoyrdu ToTo spæla nýggjar og gamlar sangir á Vágsbøi, og sigst konsertin vera tann størsta nakrantíð í Føroyum

Tað regnaði í Klaksvík í gjárkvøldið, meðan Kristina Bærendsen framførdi á Vágsbøi

Sambært tí sum hoyrist frá Summarfestivalinum, so hava ongantíð fyrr verið so nógv fólk til eina konsert í Føroyum, sum til ToTo-konsertina á Summarfestivalinum - sagt verður um 10.000 fólk

Roknað verður við sera nógvum fólki á Summar Festivalinum í kvøld

Kristina Bærendsen hevði eina øðrvísi uppliving á Summar Festivalinum fyri einum ári síðani. Konsertin hjá henni á stóra palli varð steðgað, tí tað regnaði so illa inn á pallin, at tøknin toldi tað ikki og vandi var fyri skammlopi. Í dag skal Kristina aftur á sama pall

Signar í Homrum framførdi eisini á Vágsbøi í nátt og stemningurin var framúr góður - glaðir og livandi festivalgestir

Her eru nakrar myndir frá fríggjakvøldinum á Summarfetivalinum, tá ið Tinganest og Dynamit spældu