Ansa eftir hvat tú ynskir tær. Kanska tú fært tað!
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Maðurin sum fyrr í dag varð eftirlýstur av løgregluni í sambandi við innbrotið í Listaskálanum í nátt, er nú funnin og er í varðhaldi, skrivar Løgreglan

Sambært borgarstjóranum Hera Sverrason, so var talan um 80 litrar av olju, har nakað rann á sjógv, og hendi óhappið einar 40 metrar frá bryggjukantinum

Vápnaðar ukrainskar FPV-dronur sum hava kamera geva russisku deildunum á russisku síðuni við Dnipro-ánna stórar trupulleikar, skrivar bretska verjumálaráðið

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Klaksvíkar kommunu av áheitanum um óljóð, ið stavar frá Norðhavnini í Klaksvík

Ísrael biður ICJ um at avvísa kravið hjá Suðurafrika um at dómstólurin kemur við bindandi kravi um eina vápnahvíld beinanvegin

Tórshavnar kommuna hevur latið nýggja bíðilistaskipan upp til dagstovnaøkið, har møguleiki er at skriva seg á bíðilista á upp til 4 dagstovnar og at raðfesta hesar

Articon leggur dent á burðardygd og at fara væl við umhvørvinum. Fyritøkan hevur seinnu árini gjørt fleiri átøk í hesum sambandi, eitt nú til at skilja burturkast og til at spara upp á brennievni

Føroya Politi handtók í fyrradagin ein mann og skuldsetti hann fyri fleiri brot á ásetingar í revsilógini

Advokaturin hjá Turið Arge, aðalstjóra, heldur, at Løgmansskrivstovan hevur tikið støðu í málinum, uttan at hava fyrihildið seg til frágreiðingina frá aðalstjóranum, skrivar KVF

Houti rørslan sigur seg kortini ætla at halda fram við álopunum á skip sum sigla í Reyða havinum

- USA og Bretland hava lopið á Houthi-uppreistrarmenn í Jemen. Tað hava fýra ymiskar keldur í USA váttað fyri Reuters

Meira enn helmingurin av burturkastinum í Føroyum kemur frá vinnuni. Tí er tað sera týdningarmikið, at fyritøkur og stovnar skilja burturkastið betur, soleiðis at so nógv sum gjørligt kann endurvinnast til nýggjar vørur

Umframt at vera fullkomiliga tráðleyst - ikki neyðugt við leidningi til streym heldur - so kanst tú hanga tað akkurát har tú vilt

Í desember eru vanliga flest løntakarar. 2023 var einki undantak, tá talið setti met við 28.740 løntakarum, sum er ein vøkstur á 1,4 prosent í mun til desember 2022

1. mai verður Hotel Føroyar partur av Nordic Hotels & Resorts

Dagur og vika verður send klokkan 19.30 bæði í annaðkvøld, hóskvøldið, og mánakvøldið av EM-dystunum hjá manslandsliðnum í hondbólti, boðar Kringvarpið frá

Hvørt ár fær kongshúsið yvir 120 milliónir skattakrónur. Men hvussu verða pengarnir brúktir?

Seinnapartin í dag fingu tríggjar stórar listaligar verkætlanir handaðan stuðul frá Tórshavnar kommuna. Tórshavnar kommuna stuðlar teimum trimum listarligum verkætlanum við tilsamans góðari hálvari millión

Til tess at loysa vaksandi trupulleikan við at fáa heilsustarvsfólk, søkir Danmark sær nú hjálp aðrastaðni frá, eitt nú úr India og Filippinunum

Búskaparráðið leggur týsdagin 16. januar 2024 sína temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið fram

Tórshavnar kommuna lýsir nú eftir trivnaðarstjóra. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi leiðslustarv við stórari ábyrgd

Fólkatalið vaks við 478 persónum seinasta árið, og 1. desember búðu 54.547 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,9%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

Árið byrjar væl hjá útróðrarflotanum. Nógv er at fáa av toski og hýsu, og hartil er prísurin góður. Vit vitjaðu umborð á Bragd og Dalsenni seinnapartin

Meira enn helmingurin av føroyingum tekur undir við, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12. viku av viðgongutíðini. Tað vísir ein spurnakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag

- At avgerðarrætturin nú liggur hjá kvinnuni, fegnast Javnstøðunevndin um. Tað sigur Bjørk Maria Kunoy, forkvinna nevndini, nú uppskot til nýggja, dagførda fosturtøkulóg er farið til ummælis

- Rentuútreiðslurnar eru hækkaðar sløk 69 prosent frá november 2022 til november 2023

Fundament og annað til risadrekan er liðugt og klárt er at binda í, sigur Minesto í børsfráboðan. Partabrævið er økt 20% í virði higartil í ár

Í Danmark verður mett at talið av parkinsonraktum tvífaldast, men sløg og intensiv venjing hjálpa so sjúkueyðkennini gerast minni

Flogfelagið United Airlines hevur funnið leysar boltar undir kanningini av Boeing 737 Max 9-flogførum

Prísurin fer úr 136 krónum aftur og fram við Teistanum upp í 300 krónur báðar vegir í Sandoyartunlinum, sambært KVF

Undir propalestina demonstrasjónini í Keypmannahavn í gjár var eitt skelti við tekstinum "Befri Palæstina fra Hamas" og á baksíðuni "Hamas = Terrorister" rykt úr hondunum á demonstranti

Skráin fyri trónuskiftinum er nú almannakunngjørt á heimasíðuni hjá kongshúsinum

Beint fyri jól fekk KJ uppgávuna at sýna stóra nótaleggjaran umborð á Gøtunesi. Talan var um fimm-ára sýn, og komið var fram til at neyðugt var við ymiskum ábøtum, m.a. at skifta svingkranslegurnar

- Tað gagnar okkara samfelagi, at landið og nú nakrar kommunur lækka lønarskattin, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fýrverk er vandamikið burturkast og skal latast inn beinleiðis til Endurnýtsluna, har tað verður burturbeint fyri seg á skynsaman hátt

Prísirnir eru hækkaðir 2,8 prosent frá november í 2022 til november í 2023. Prísvøksturin heldur sostatt fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt

GroAqua á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Havida

Reyði Krossur sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2023

Á danska Center for Sund Aldring er kannað, um mann kann ávirka biologisku aldringina við til dømis at leypa morgunmatin um

Jú, á útoyggj er vakurt og tað ger tað ikki verri, tá ið veðrið er gott

Avísin Wall Street Journal skrivar at toppfólk í feløgunum hjá Elon Musk, Tesla og SpaceX, eru ørkymlað av narkotikabrúkinum hjá milliardinginum

Talspersónurin fyri ísraelska herin, Daniel Hagari, sigur í kvøld at tað hevur eydnast at «demontera» herleiðsludeplarnar hjá Hamas har norðuri í Gazageiranum

Loftferðslumyndugleikin í USA (FAA) hevur sett tilsamans 171 flogfør av slagnum Boeing 737 MAX 9

- Hetta er ein søguligur møguleiki at fáa terrorstatin at gjalda fyri sín terror, skrivar forsetin á X

Eitt Boeing 737 Max-flogfar hjá Alaska Airlines mátti trygdarlenda í deilstatinum Oregon eftir at partur av flogfarinum blásti út úr síðuni, meðan flogfarið var í luftini

Tveir statir hava avgjørt, at tað kann hann ikki. Men tað er kært og tí skal hægstirættur nú siga sína hugsan

Teir sum royna eftir havtasku hava tó smáligan fiskiskap

Veðurviðurskiftini eru broytt síðan útstykkingina uppi á Fossum, siga íbúgvar við Norðlýsið

Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2023 er fyrsta uppgerð í dagførdum líki og vísir m.a., at mongdin av seldum mati, klæðum og fríðkanarvørum lækkaði 3. ársfjórðing 2023 samanborið við árið fyri

– Ákærurnar benda á at tað hevur verið praksis við mannahandli av ungum gentum í London, har Andrew prinsur hevur verið við, sigur Graham Smith við norsku Nettavisen