Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trýstið á barnafamiljurnar hevur ongantíð verið størri, og tískil skulu vit betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum. Her skulu ítøkiligar ætlanir til

- Javnaðarflokkurin metir, at øll, sum kunnu arbeiða, eiga at arbeiða. Vit hava tørv á øllum hondum, men tað skal ikki ganga útyvir hvørki frítíð ella familjulív

- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Vinnulívið sum vit øll skulu líva av, hevur mín stóra áhuga. Eitt annað, sum liggur mær nær á hjarta, er framtíðin hjá Suðuroynni

- Tað tykist sum um, at fólk halda, at námsfrøðingar, heilsurøktarar, sjúkrasystrar, heilsuhjálparar og hjálparfólk hava átta armar

- Tað var ein góð valsending, sum Sjálvstýrisflokkurin hevði mánadagin 21. november, har Rúna Sivertsen og Suni á Dalbø stóðu sína roynd væl

- Verði eg valdur inn á Føroya løgting, fari eg at stríðast fyri tí ófødda!

- Fíggjarligur tryggleiki er ein av grundarsteinunum í okkara tilveru og ein fyriteyt fyri persónligum trivnaði hjá flestu okkara

- Tað sýnist sum Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga sær, hvussu stóran týdning okkara fiskivinna hevur - á bæði fjar og nærleiðum

- heildarhugsan og nýskipan til gagns fyri ALLAR Føroyar

- Hóast ikki serliga kunnug við fiskivinnupolitikk, skal ikki nógv skil til at síggja tað lívsneyðuga í, at føroyingar halda fram at fiska í Barentshavinum hóast Putin hevur lopið á Ukraina

- Vinstra- og høgrasíðan áttu at havt víst nógv betri hugsjónarligt arbeiði, betri dygdir, betri stev, betri áralag og í nógv størri mun havt tryggjað fólkinum betri burðardygg viðurskifti, allari pallettini at gagni. Hesum koma vit ikki uttan um

- Eg var byrjaður eina tilgongd sum landsstýrismaður í heilsumálum at útvega okkum eitt væl størri og meira tíðarhóskandi hotell

- Skal eitt samfelag hava framburð og trivnað, er tryggleikin tað mest umráðandi. Tryggleiki fyri fólkið - og fyri vinnuna

- Vit skulu hava ein almennan bústaðarpolitikk. Tað hava vit ikki sum nú er, og er tað ikki løgið? Serliga tá samfelagið stendur við tí risastóru avbjóðing, at fólk hava ilt við at finna eitt stað at búgva?

- Tann 23. apríl 2020 var eg á einum fundi við stigtakararnar til filmsverkætlanina TROM. Hetta var í corona-tíðini, so fundurin var á netinum

Aki-Matilda Høegh-Dam sigur seg vera grunleggjandi ósamda við hinar norðuratlantisku fólkatingslimirnar um, hvussu uttanríkispolitikkurin skal skipast

Javnaðarflokkurin hevur hildið nógvan gang nýliga um teirra ætlan at stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar. Spurningurin er so, um Javnaðarflokkurin ikki veit, at føroyska arbeiðsvikan longu er uml. 37 timar....

- Tað er umráðandi, at tað altíð kann loysa seg at arbeiða - antin tað er á almenna ella á privata arbeiðsmarknaðinum. Eg kann nevna tvey dømi, har tað illa loysir seg at taka eitt eyka tak

- Sjálvstýri vil tryggja, at ferðavinnan ikki misnýtir ognir hjá øðrum fyri egnan vinning, og vit vilja tryggja, at ferðavinnan ikki oyðileggur okkara náttúru

- Um vit altíð fyrst skulu rokna út, hvat tað kostar og umbera okkum við, at tey kríggjast jú um alla verðina, so hava vit tigandi hugt at og góðtikið kríggj

Tað stilla 2 kvinnur og 2 menn upp fyri Havnar Framburðsfelag til løgtingsvalið 8. desember

- Miðflokspolitikkur tekur støði í at tryggja teimum verju og rættindi, sum ikki sjálvi megna at tala sína søk. Øll børn hava rætt til tryggleika og góð kor í barna- og ungdómsárum

- Talsfólk til brekøkið nú!

Sambært Michael, er politikkur ein spurningur um raðfestingar. Eftir hansara tykki, hevur samfelagið nøkur átrokandi mál, sum mugu loysast her og nú

- Hvat hava tit avrikað politiskt? Gev mær nøkur dømi!

- Framleiðsla av grønmeti er eitt spennandi og gevandi yrki, bæði fyri tann, ið ger arbeiði, men eisini fyri tey, ið njóta vøruna. Hví verður ikki gjørt meira við hetta í Føroyum?

Samráðingarnar um nýggja stjórn í Danmark halda fram, og í morgun hitti Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Mette Frederiksen á øðrum sinni til samráðingar

- Familjurnar mugu hjálpast: Inflatiónin er høg. Prísirnar fyri vanligar gerandisvørur eru farnar so nógv upp, at tað er trupult at hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman, umframt at rentan er farin upp

- Vit mugu sleppa undan dýru og dálkandi oljuni beinanvegin, sigur Aksel V. Johannesen. Tá allir almennu bygningarnir hava lagt um til grøna orku, kann væntast, at landið sparir slakar 20 mió. kr. í rakstri. Um árið. Hvørt ár

- Hetta er fyrsta sambýlið nakrantíð, ið vit byggja í miðstaðarøkinum til fólk við menningartarni. Tá Eirargarður varð bygdur fyri meira enn 40 árum síðan vóru tað danskir myndugleikar, ið stóðu fyri byggingini

- Um tú skert inn á bein í kjakinum, so er tann sentrali spurningurin, hvør skal syrgja fyri, at føroyskur infrastruktur verður viðlíkahildin og útbygdur, og hvør skal gjalda og hví?

- Eg stilli upp, tí eg havi sera stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, serliga tí vanliga borgaranum, framleiðslu og fíggjarheiminum

- Barnsburðarfarloyvi er eitt fantastiskt ting. Stutt sagt. Tað er als ikki øll lond rundan um okkum, ið hava eina almenna barsilsskipan, og fáar eru líka vælvirkandi

- Mítt aðalmál er, at Føroyar eru góðar hjá øllum at búgva og virka í. Tað vil siga frælsi og tryggleika til øll. Skulu vit røkka hesum, so er eftir mínum tykki neyðugt við einum borgarligum Føroyum

Winnie Kjærbo stillar upp til løgtingsvalið 8. desember. Hon stillar upp fyri Sandoyar Fólkafloksfelag

Norðoya Fólkafloksfelag hevur havt triðja og seinasta uppstillingarfundin í kvøld

- Trúgv og trúarlív er rótfestið í mínum lívi

- Um vinnnan sleppur at halda áfram at gera íløgur og skapa vøkstur, so kemur hetta at hava eina positiva ávirkan á okkara vælferð

- Eg stilli upp til løgtingsvalið tí at eg havi stóran áhuga í politikki, og haldi, at eg kann vera við til at gera Føroyar til eitt enn betri land at búgva og virka í

Sambandsflokkurin bjóðar til tíðindafund í morgin týsmorgun 22. november 2022, kl. 10 - í Norðurlandahúsinum, Norðurstovan

- Fríðgerð hevur verið í kommunalpolitikki í nógv ár og var borgarstjóri í Leirvíkar Kommunu 2005-2009 og síðan býráðslimur í Eysturkommunu

- Kanst tú nevna nøkur politisk mál, ið tú sum landsstýrismaður er glaður fyri og hevur framt á tínari vakt - hetta var ein spurningur eg fekk

Javnaðarflokkurin bjóðar til tíðindafund í Løkshøll í Runavík týsdagin klokkan 13.00

- Vit skulu forða fyri, at ungfólk koma út í eina óhepna ringrás við rúsevnum, kriminaliteti og heimloysi. Nøkur av átøkunum eru betri stuðul til fosturfamiljur, nýtt Barnaheim, tíðarhóskandi fongsul og eitt Ávegishús, sum loftar kriminellum ungum

- Føroyar eiga Vesturheimsins raskasku kvinnur, 2,5 børn pr. mammu, 50% fleiri enn øll okkara grannalond og dupult so nógv sum tey í Suðurevropa. Tað kundi væl bent á ein góðan skatta-, sosial- og familjupolitikk farnu 25 árini

- Dagstovnaøkið, skúlaøkið, allir sektorar, ið tørvur er á hjálp í gerandisdegnum, og ikki minst eldraøkið, tey ið eiga tøkkina fyri, at vit hava eitt so gott samfelag í dag

- Eg veit, at vit kunnu fáa útbúgvingina á Heilsuskúlanum attraktiva, eisini til yngri fólk. Vit verða noydd at umstrukturera útbúgvingina, so mann fær løn undir útbúgving, sigur Harriet Høgnesen

 

- Tað hevur týdning, at yngra ættarliðið hevur ávirkan á politisku skipanina. Hóast ungan aldur, havi eg nakað av royndum í politikki. Havi m.a. verið varamaður á Løgtingið fyri Fólkaflokkin, og eri borgarstjóri í Eiðis kommunu

Fyrr í ár gjørdust vit 54.000 fólk í Føroyum

Verandi valskipan ger, at fólk ikki kunnu kenna seg trygg í, at teirra atkvøða fær ta ávirkan, sum veljarin ætlaði