Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Somu dagar, sum Margretha drotning vitjar í Føroyum, fara harðligar hendingar fram. Ein kavari verður funnin deyður við kongaskipið

Seinasti dreymurin hjá orðabókaportali Sprotans er at lata dyrnar upp millum kinesiskt og føroyskt, avdúkar Jonhard Mikkelsen, stjóri í oddagreinini

139 myndir í hágóðsku og ein ferð yvir Føroyar, sum er ógloymandi og minnir føroyingin á, hvussu vakrar Føroyar eru, og vísir ferðafólkunum eitt land, sum er so vakurt, at tú missir ondina

”Føroysk ráðgeving” kallast nýtt tíðarrit, sum felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni hevur latið prentað í 1.500 eintøkum og eftir ætlan fer at geva út árliga

Í døgunum 26. og 27. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum

Fróðskapur hevur givið út bóklingin Traditional Faroese Food Culture. Hetta er ein stytt útgáva av tvey binds verkinum Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum eftir Jóan Paula Joensen, professara, sum kom út í fjør

Ein fantastiska flott bindibók við hópin av spennandi uppskriftum. Troyggjur til kvinnur, menn, gentur, dreingir, pinkubørn, húgvur, skóleistar, hosur og annað – alt við føroyskari mynsturbinding

Svenski rithøvundurin Katarina Frostenson fær norðurlendsku bókmentavirðislønina í kvøld, skriva norðurlendskir miðlar

Familjusøgur merktar av skilnaði, deyða og sorg. Í hesum landslagnum finnast teir sterkastu kandidatarnir til virðislønina, har Linn Ullmann er ein av favorittunum, men tað eru fleiri enn hon sum kunnu fáa virðislønina í Keypmannahavn 1. november

Í hesari bókini eru trettan skelkandi hendingar, sum okkara landsmonnum hava verið fyri, millum annað, tá ið manningin á Polli var bjargað, og hending, har ungir suðuroyingar vóru í lítlum gummibáti í 27 tímar, áðrenn teir vóru bjargaðir

 

Kom við á eina øðrvísi og forvitnisliga ferð kring Føroyar. Hetta er ein ferð, sum vísir Føroyar úr erva, sum tú ivaleyst ongantíð fyrr hevur sæð hetta vakra og fjølbroytta land

Í dag kl. 16.15-17.15 bjóðar Jógvan Arge til almenna bókaframløgu í Reinsarínum í Havn. Har verður høvi at hoyra um nýggju bókina “Havnarmaður og gøtuskuri”

Bommhjarta er framhald av Brahmadellunum frá 2010, og søgan tekur við, tá ið Tóvó sleppur úr fongslingum í Horsens, har hann hevur sitið í mong ár fyri tær gerðir hann framdi í tí undanfarnu bókini

Jógvan Arge hevur bókaframløgu á Reinsarínum í Havn hósdagin kl. 16.15-1715. Har verður høvi at fáa nýggju bók hansara signeraða

Tað etiska kravið eftir K.E. Løgstrup er tann tólvta bókin, sum forlagið HEMLIÐ gevur út í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen

Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av søguni

- Ein lítil tøkk til Heðin M. Klein fyri longu klassisku yrkingina ”Tað orðið”

Eilif Samuelsen fekk virðislønina fyri mentanaravrik, Beinta Johannesen og Joan Sørinardóttir fingu hvør sína barnamentanarheiðursløn, og Heðin M. Klein fekk virðisløn fyri fagrar bókmentir

Týsdagin 25. oktober kemur myndabókin Á veingjum 2 út. Hetta er ein myndabók við myndum, sum Andreas Mouitsen hevur tikið úr tyrlu á nógvum av sínum mongu ferðum kring landið

Henda dapra leik, sum varð settur á pall í Sjónleikarhúsinum í apríl í 1929, skrivaði 29 ára gamli William Heinesen. Upprunaliga er handritið skrivað á donskum, men Richard Long týddi tað til føroyskt

Fríggjadagin 21. oktober kl. 17.00 verður bókin ”Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald,” sum Óli Olsen hevur skrivað, løgd fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Hósdagin 20. oktober 2016 kl. 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens á almennari samkomu á Reinsarínum í Havn

Mánadagin kemur ársins krýnika frá Jógvani Arge, útvarpsmanni. Hetta er annar partur av endurminningum úr ungdómsárum hansara við heitinum “Havnarmaður og gøtuskuri”

Í vikuni koma tvær skaldsøgur út, Deyðin fer í bindiklubb, ein nýggj føroysk krimi eftir Steintór Rasmussen, og nógv umrødda Glasgentan, ein donsk autofiktiv skaldsøga eftir Karin Dyhr

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Reinsarínum hósdagin 20. oktober 2016, kl. 17.00

Bárður Oskarsson verður ein av teimum, sum verður nevndur í nýggja listanum hjá Deutsche Jugendbibliothek við teimum, ið verða heiðrað við "White Raven" merkinum

Tað er ikki vanligt at viðurkenna síni brek og sínar snávingar alment. Tað gera flestu okkara ikki. Men tað ger Kitty May í bók, sum kemur á marknaðin týsdagin tann 18. í hesum

Fyri um 20 árum síðani fekk Dario Fo virðisløn Nobels í bókmentum. Í dag skriva útlendskir miðlar at rithøvundurin er deyður, 90 ára gamal

Felags lesiringurin hjá Bókasavninum í Nes kommunu og Bókasavninum við Løkin byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Fyrsta kvøldið verður týskvøldið 18. oktobur klokkan 19.00 á Bókasavninum við Løkin

20. oktober kemur ein sjaldsama spennandi føroysk krimi á marknaðin. Fært tú hana í jólagávu, fært tú ikki blund í eyguni fyrr enn 2. jóladag. Hon ber av øllum teimum brotssøgum, sum higartil eru skrivaðar á føroyskum

Forlagið Hugnarit hevur júst givið út barnabókina "Nei, sum omma tín er skilagóð". Hetta eru søgur, ið royna at knýta børnini til uppruna sín, eina tíð, tá abbi og omma góvu sær tíð at fortelja abbasoninum søgur frá eini tíð uttan iPad og Pokeman

Hóskvøldið 6. oktober kl 19:30 er byrjanartiltak í kappingini um besta skúlabókahandrit til miðnám og fólkaskúla

- Við bókini "Finn teg í organisatiónini" hevur Helgi Rasmussen, sum rithøvundur, saman við Edvardi Olsen megnað við vælvaldum orðum at lýsa psykodynamiska skipanarástøðið

Foreldrini skiltust, og Jógvan fann bjargingina í ommuni. Júst sama kjarnan sum í skaldsøguni eftir Høgna Debes Joensen. Síggj video har Jógvan hugleiðir um bókina og síni barnaár

- Tað eg gjørdi var óerligt, skeivt og uttan fyri mark, skrivar Sjúrður Skaale millum annað í nýggju bókini

Mikukvøldið kl. 19:30 verður bókin "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" løgd fram í Norðurlandshúsinum. Har verður frágreiðing um tað, sum hendi - m.a. við smáum filmsbrotum. Her er sjálvt formælið til bókina

- Hetta er ein grundleggjandi og neyðugur partur av arbeiðnum við integratión, sum hevur verið saknaður millum tilflytarar, ið ynskja at búseta seg her í landinum, sigur David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni

Í døgunum 20.-23. september fer árliga bókamessan í Gøteborg av bakkastokki, og aftur í ár eru føroyskar bókmentir væl umboðaðar

Triði sjónleikurin eftir Jóanes Nielsen, "Havfrúgvin", verður frumframførdur á Tjóðpallinum leygarkvøldið 17. september. Samstundis verður leikritið givið út í bók

Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale sigur sína søgu um fullveldissamráðingarnar í bók, sum kemur út tann 28. september, sambært Kringvarpinum

Mikudagin 21. september kl.19.00 verður bókin "Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF", sum Hanus Samró, masterlesandi, hevur skrivað, løgd fram á søgu- og samfelagsdeildini

Í bókini eru greinir av ymiskum slag, skrivaðar í tíðarskeiðinum 1974-2015. Einstakar røður eru. Heilsanir. Kvøður. Minningarorð

Í dag fekk Rakel Helmsdal virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir á Býarbókasavninum í Havn

Fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt eina nýggja bók eftir Elsubeth M. Fossádal, er ein nýggj søga um Pettson og Findus og fyrsta bókin í nýggjari røð um heimsins besta kotutýðara!

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum

Fróðskaparrit nr. 62 í røðini er prentað við sjey vísindaligum greinum og yvirlit yvir nýggjar ph.d.arar í 2014-2015. Ritstjórar eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr. Permumyndina hevur Silja Strøm gjørt

Tað er ikki stórvegis undirtøka fyri ebókum í Føroyum, fáar e-bøkur koma út á føroyskum. Tað var høvuðsorsøkin til, at bókapallurin VITRA lat aftur herfyri

Heimsins ríkasti rithøvundur triðja árið á rað er James Patterson (69) - sum hálaði yvir 628 milliónir krónur inn á bankabókina seinasta ár

Nú Føroya størsta tónleikatiltak, Summarfestivalurin er, leita tveir av høvundunum sær til Klaksvíkar, og fara at hugleða úr rokksøguni

- Tað er av størsta týdningi at umseta føroyskar bøkur til fremmand mál, tí øll verðin býr í øllum málum. Eisini tí føroyska, sigur norskur ritstjóri í samrøðu í nýggjasta blaðnum hjá Atlantsflogi um FarLit