NetAvisin.fo
	<description>NetAvisin.fo</description>
	<language>fo</language>
logo
		<height>41</height>
		<description><![CDATA[19. mai. (15:00) Danski skattamálaráðharrin sinnaður at bøta um lóggávu, ið rakar føroyskar barnafamiljur Aksel Johannesen setti í farnu viku danska skattamálaráðharranum, Thor Møger Pedersen, fyrispurning um nýggja upptjenings meginregluna, sum hevur rakað fleiri føroyingar, ið eru fluttir til Danmarkar eftir 1. januar 2012. Nýggja meginreglan hevði við sær, at føroyskar barnafamiljur, ið ikki hava havt bústað í Danmark í 2 ár innanfyri tey seinastu 10 árini, missa rættin til barnapengar.
Thor Møger Pedersen hevur nú svarað Aksel Johannesen, at hann er sinnaður at bøta um lóggávuna og vil kanna møguleikan fyri, at upptjenings meginreglan verður rættað til at fevna um bústað innan allan ríkisfelagsskapin og ikki bert í Danmark.
Aksel Johannesen fegnast um, at skattamálaráðharrin nú er sinnaður fara víðari við málinum: ”Hetta er eitt óheppi mál, ið rakar nógvar føroyskar barnafamiljur. Tí fegnist eg serliga um, at ráðharrin nú tekur málið upp og kannar møguleikarnar. Tað er av alstórum týdningi, at vit innan ríkisfelagsskapin ikki økja um marknaforðingar, men at vit gera tað so smidligt sum gjørligt at ferðast millum londini.”
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fer at fylgja málinum og tryggja, at hetta verður rættað skjótast gjørligt.
Sí svarið frá skattamálaráðharranum niðanfyri.
Svar:
Formålet med indførelsen af optjeningsprincippet for børne- og ungeydelsen var at sikre, at modtagere af ydelsen har en reel tilknytning til det danske samfund for at kunne opnå den fulde ydelse. Det er således en betingelse, at ydelsesmodtageren har haft bopæl eller beskæftigelse i Danmark i to år inden for de seneste 10 år for at få fuld ydelse. Efter et halvt år er der optjent ret til 25 pct. af den fulde ydelse, 50 pct. efter et år og 75 pct. efter halvandet års bopæl eller beskæftigelse i Danmark.
Optjeningsprincippet gælder også for danske statsborgere, som flytter til Danmark efter at have boet i udlandet, ligesom det gælder for alle andre tilflyttere.
I forbindelse med besvarelsen af dette spørgsmål har jeg fået oplyst, at når der i den sociale ydelseslovgivning er fastsat betingelser om forudgående bopælsperioder i Danmark, er det kutyme, at bopælsperioder på Færøerne (og Grønland) som en del af rigsfællesskabet sidestilles med bopæl i Danmark.
Jeg har på den baggrund bedt mine embedsmænd undersøge disse regler nærmere med henblik på at vurdere mulighederne for en justering af optjeningsprincippet på dette punkt.
Joan Ólavsdóttir
Politiskur ráðgevi]]></description>
		<category>Politikkur</category>
		<description><![CDATA[19. mai. (14:00) Bayern Munchen vs Chelsea á Allianz Arena live á Café Natúr Chelsea Føroyar skipar fyri Champions League brakið á Café Natúr, tá Chelsea hittir Bayern Munchen á Allianz Arena leygarkvøldið, í nokk størsta dysti í søguni hjá Chelsea. 
Dysturin verður vístur á øllum skermum í húsinum, men longu kl. 18, verður skipað fyri døgurða til Chelsea fjepparar. Ynskir tú at eta døgurða saman við okkum, skalt tú siga okkum frá í seinasta lagið á miðdegi fríggdagin á chelseafcfo@gmail.com. Bíleggingin er bindandi.
Limir í Chelsea FC Føroyar sleppa at kappast um ymiskt í sambandi við dystin. Føroya Tele hevur latið høvuðsvinningin, ið er ein Samsung Galaxy Y smartphone, og sostatt møguleikin hjá einum limi, at fáa ein telefon, ið matchar til Chelsea troyggjuna. 
Optikbúðin hevur latið einar Ray Ban sólbrillur, og Føroya Bjór hevur somuleiðis stuðlað við góðum vinningum.
Dystarhyggingin og døgurðin verður fyri Chelsea fjepparar í øllum aldrum, men eftir dystin er ætlanin at teir fjepparar, ið eru yvir 18 halda okkara egnu end of season veitslu, ið eftir ætlan verður eitt risa sigurgildið.
Café Natúr hevur í sambandi við dystin serstakliga góð tilboð til limir í Chelsea FC Føroyar, eftir dystin verður sonevnd Monkey Night, við pínliga bíligum prísum í barrini, umframt at vanligi avslátturin er galdandi, meðan dystur er. Áðrenn dystin bjóðar køkurin kotellettir við kips og sós og einari stórari drykkjuvøru fyri kr. 70,-. 
Við sætta plássinum í Premier League gjørdist Champions League finalan avgerandi fyri um Chelsea komandi ár spælir í Champions League, og hetta hevur ikki bert ítróttarligan týdning, men eisini fíggjarligan týdning, og týdning fyri hvussu felagið fær styrkt um liðið í summar. Hesin dystur er sostatt ikki longur bara ein møguleiki at tryggja fyrsta Champions League steypið í søgu felagsins. 
Chelsea hevur sent okkum eina DVD við nøkrum av størstu løtum í søgu felagsins, og ætlanin er, at hesar vera vístar eftir dystin. 
Longu nú hava nógvir limir boða frá sínari luttøku, og talið veksur alsamt. 
Sjálvandi ber til at gjalda limagjald á staðnum, og melda nýggjar limir til.
Les meira um tilmelding til døgurðan og annað á:
http://www.facebook.com/events/354175721310507/]]></description>
		<category>Ítróttur</category>
		<description><![CDATA[19. mai. (11:00) Ein ungur maður hevur tikið sær fyri at prýða gøtur og stræti í býum um alt Europa. Hann finnur hol í vegnum og fyllir við pinkuplantum og øðrum prýði. sí myndir Australiumaðurin Steve Wheen er 34 ára gamal og býr í London. Hann hevur fingist við hetta ítriv seinastu trý árini. Í ensku miðlunum verður hann nevndur "The Guerilla Gardener".
Steve Wheen byrjaði í London, har hann hevur gjørt pinkuurtagarðar víða um býin, men nú er hann farin longri og hevur vitjað fleiri býir ymsastaðni í Europa. Fólk hava tikið til sín royndir hansara at prýða um í gráa slitna meldrinum.
Myndirnar eru tiknar í Milano í Italia, har hann vitjaði fyri stuttum.]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[18. mai. (21:00) Hyggur tú eftir myndini hjá Google Street View av svensku høvuðsstøðini hjá VW í Södertälje, sært tú, at ein Fiat 500 stendur í tómgongd fyri dyrnum Tú kanst leita á Google Maps eftir høvuðsstøðini hjá VW í Södertälje í Svøríki. Síðan brúkar tú Street View at síggja myndir hjá Google frá hesum økinum.
Framman fyri høvuðsstøðini hjá VW stendur eingin VW bilu, men heldur ein snøggur Fiat 500.
Sum skilst, so er hetta ikki av tilvild. Starvsfólk hjá Fiat sóu bilin frá Google við sermerkta myndatólinum á takinum. Tey gjørdu skjótt av. Koyrdu við Fiat bilinum fram um Google bilin og settu hann fyri høvuðsdyrnar hjá VW.
Sum myndirnar bera boð um, so fylgdu tey Google bilinum á leið burtur haðani eisini.]]></description>
		<category>Akfarið</category>
		<description><![CDATA[18. mai. (20:30) Eva Furseth, listafrøðingur, sum býr í Tróndheimi, vinarbýi Klaksvíkar, hevur verið við til at samskipa eina framsýning, sum er sett upp í Norðurlandahúsinum í sambandi við vitjanina hjá Jens Stoltenberg, statsministara Noregs, sum vitjaði Føroyar á sjálvum tjóðardegi Noregs, 17. mai 2012. Eva Furseth býr í Tróndheimi, vinarbýnum hjá Klaksvík og hevur ættarbond úr Føroyum. Hon tosar føroyskt og hevur skrivað hópin av listabókum – eisini bókina, Edward Fuglø, sum er um listamannin av sama navni og verk hansara. 
Fyrr í vár vóru umboð fyri Klaksvíkar kvøldskúla, Erik Biskupstø, og Niels Halm frá Norðurlandahúsinum, Guðrið Poulsen, listakvinna, og Dávur Winther, mentanarleiðari, á kunningarferð í Tróndheimi, har m.a. skuldi skipast ein framsýning og samstarv millum listafólk í Tróndheimi, Tórshavn og Klaksvík. 
Á ferðini hittu vit Eva Furseth, listafrøðing, Toril Redalen, listakvinnu, og Kari Elise Mobeck, listakvinnu, sum eisini er leiðari á listaverkstaðnum, Lademoen Kunstnerverksteder, har tað eru 38 atelier/listaverkstøð. 
Framsýningin, sum var í Norðurlandahúsinum í sambandi við vitjanina hjá Jens Stoltenberg, spratt úr vitjanini í Tróndheimi í februar í ár, har tað tá eisini varð avtalað, at í oktober í ár verður ein størri framsýning í Tórshavn og Klaksvík við fleiri listafólkum úr Tróndheimi. Kanska verða eisini skipað fyri listaverkstovum, og er ætlanin, at Eva Furseth tá skal vera við og hava ein leiklut í hesum tiltakinum. 
Listahandverksframsýningin  hevði heitið "Várkoma",  og vóru tað Toril Redalen frá Tróndheimi í Noregi, Kari Elise Mobeck, frá Tróndheimi í Noregi , Guðrið Poulsen,  Astrid Andreasen og Tita Vinther, allar úr Tórshavn, sum sýndu fram. 
Vitja í Klaksvík
Toril og Kari saman við Guðrið nýttu høvið at vitja í Klaksvík fyrrapartin í gjár, har tær hittu leiðaran fyri kvøldskúlaskipanina, Erik Biskopstø, og sóu Handarbeiðsskúlan, hittu Archibald Black, listamann og lærara við kvøldskúlaskipanina, Edward Fuglø, listamann, og Dáva Winther, leiðara á Mentanardeildini. 
Tær hildu, at umstøðurnar i Klaksvík vóru góðar, og gleddu seg at koma aftur í heyst. 
Tí kann eisini sigast, at Klaksvik hevur slóðað fyri við tí listaliga partinum av vitjanini hjá Jens Stoltenberg, og tí vóru eisini listafólkini úr Tróndheimi á vitjan í Klaksvík í gjár.
Orð og myndir: Dávur Winther]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[18. mai. (15:00) Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, ein fyrispurning um farleiðina til Gjáar Helgi Abrahamsen vil hava at vita, hvussu nógv tað kostar árliga at rudda Gjáarvegin fyri kava, og hvussu nógv ein tunnil til Gjáar kostar. 
Út frá hesum vil hann hava landsstýrismannin at upplýsa, hvussu nógv ár tað tekur at spara íløguna í ein tunnil inn aftur við lækkaðum rakstrarútreiðslum.
Í viðmerkingunum til spurningin sigur Helgi Abrahamsen, at vegurin til Gjáar man vera dýrasti vegur í Føroyum at halda opnan í kava. Gjáarfólk hava, sum so nógv onnur, havt ynski um ein tunnil til bygdina, men tað er sum kunnugt ein dýr loysn. 
”Hinvegin kunnu vit ikki síggja burtur frá, at um íløgan kann sparast inn aftur í rakstri eftir fáum árum, so er støðan avgjørt verd at umhugsa,” sigur Helgi Abrahamsen.]]></description>
		<category>Politikkur</category>
		<description><![CDATA[18. mai. (14:30) Í morgin verður skipað fyri Eldradegi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har pensjónistar úr øllum landinum - limir í feløgum ella ei - eru vælkomnir. Tað er felagið í Fuglafirði, sum saman við Landsfelag Pensjónista, ið skipar fyri.
Pensjónistar hava havt høvi at teknað seg til tiltakið, og sum Portalurin skilir, hava umleið 250 pensjónistar kring landið boðað frá luttøku.
Dagurin í Mentanarhúsinum í morgin byrjar klokkan 9 og endar klokkan 17. Á skránni fyrrapartin er eitt nú morgunmatarborð, manskórið Vega syngur, og Frits Johannesen heldur røðu.
Eisini verður túrur gjøgdur í Fuglafirði, har vitjað verður eitt nú í Høvdahúsinum, Bókasavninum og í Piddasahandli, eins og vitjað verður á Bergfrost, har rundvísing verður.
Um middagsleitið verður døgurði, og seinnapartin syngur Fuglafjarðar Sangkór.
Seinnapartin verður eisini kaffi, sangur og prát, og Pól Jakku fer at spæla á harmoniku.
Eldradagurin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði endar við, at formaðurin í Landsfelag Pensjónista, Arne Thorsteinson, sigur nøkur orð.
Pensjónistafeløg kring landið skipa fyri flutningi, og eitt nú hevur felagið í Havn skipað so fyri, at bussur fer úr Steinatúni í Havn klokkan 07.45 - og úr aftur Fuglafirði klokkan 17.]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[18. mai. (12:30) Fuglafjarðar kommuna hevur sett Ólavur Larsen sum leiðara í Mentanarhúsinum Sagt verður frá, at Ólavur Larsen er settur sum leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Ólavur er 28 ára gamal og ættaður úr Fuglafirði.]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[18. mai. (08:00) Carlsberg hevur latið úr hondum ein stuttan lýsingarfilm. Eina staðni í hesum stutta filmi sæst Diego Maradona sópa gólv fyri enskar fótbóltsfjepparar, og hetta fellur argentinum fyri brósti. Sí filmin undir greinini Lýsingarfilmurin er 90 sekund, men Maradona sæst bert í tvey sekund. Sjálvandi er ikki talan um sjálvan Maradona, men heldur onkran, ið letst at vera hann.
Úr Argentina ljóðar, at hetta er at meta sum eitt fornermilsi mótvegis teimum.
Lýsingarfilmurin er gjørdur við enska marknaðinum í huga.]]></description>
		<category>Vinnan</category>
		<description><![CDATA[17. mai. (18:00) Donna Summer andaðist fyrrapartin. Hon hevur í tvey ár verið sjúk við krabbameini. Kenda diskodrotningin varð 63 ára gomul Myndin vísir Donnu Sommer, tá hon sang við Nobelkonsertina í Oslo í 2009.
Donna Summer var ein av teim fremstu innan diskotónleik í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum. 
Hon hevur havt lungnakrabba. Eftir sita maður, trý børn og fýra ommubørn.
Donna Summer legði nógv hittløg eftir seg. Nøkur av teim kendastu eru «Hot Stuff», «Last Dance», «I Feel Love» og «Bad Girls». 
Gjøgnumbrot hennara var kortini sangurin «Love To Love You Baby»:]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[17. mai. (17:30) Minningarorð um Jógvan S. Simonsen Tað var við stórari sorg, at vit frættu tíðindini um, at Jógvan S. Simonsen ikki var millum okkum longur.
Henda dagin kom tann stóra kvirran, tá tann virksama sálin fór yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.
Tað er ein stutt, ein stokkut løta,
so fara vit úr hesi verð;
í himmiríki aftur møta
vit teimum, sum vit mistu her.
Sum tú, algóði faðir mín,
í náði leiddi heim til tín.
Troytt og tigandi kom náttúran úr líkklæðum sínum, og í hesi fyrstu árstíðini gevur várið okkum vónina um eina bjarta tíð, sólin lívgar foldina, fuglurin kemur aftur, og framtíðarvónin birtist aftur í sál okkara. Hvussu skarst? Hvat náddu vit, og hvat lótu vit liggja?
Um hetta sama mundið legði Jógvan S. Simonsen, vanliga kallaður Egga árarnar inn; og tíð hansara var komin.
Konan hevur mist ein kæran mann, børnini syrgja ein góðan pápa, familja og vinir hava mist ein góðan vin.
Hóast nívandi sjúku, hevur skelkurin verið stórur og smeiturin dyggur. Tann stóri skarin av fólki, sum fylgdi honum á hansara seinastu ferð, er ein vitnisburður um sorgina, sum nívir okkum øll, og onkursvegna varða vit av, sum familja, vinir og ikki minst sum borgarar í hesum landi.
Tann stóri íverksetarin Jógvan S. Simonsen, er ikki ímillum okkara meira, men hann lat nógv eftir seg, bæði sum privatur vinnulívsmaður, og ikki minst sum almennur starvsmaður.
Hugskotini trutu ikki, og úrslitini frá hugskotum til veruleika vóru eyðsýnd.
Føroyska samfelagið hevur nógv at takka Jógvan S. Simonsen fyri. Hann vaðaði nógv. Byrjaði privata tyrluflúgving. Seinri var hann settur sum leigari fyri almennu tyrluflúgvingina, har hann framdi slóðbrótandi arbeiði viðvíkjandi yvirtøkuni og góðkenningini av operativu og teknisku umsitingini av Tyrlutænastuni. Um sama mundi fekk Tyrlutænastan eina tyrlu aftrat, sum broytti munandi uppá fortreytirnar bæði viðvíkjandi trygd og bjarging á sjónum.
Hansara gløgga vit og skil á flogøkinum steðgaði ikki her. Saman við Jóhan Restorf Jacobsen stjóra á SL, vóru teir við til at fremja slóðbrótandi arbeiði fyri at fáa sett eitt føroyskt flogfelag á stovn. Jógvan S. Simonsen var sjálvskrivaður í fyrstu nevndina sum nevndarlimur í Atlantic Airways, saman við øðrum góðum fólkum. Føroyingar fingu sítt fyrsta fastveingja flogfar British Aerospace  BAe 146.
Um sama mundi var hangarurin liðugt bygdur, sum var ein fortreyt fyri flogferðsluni úr Føroyum, eins og farma- og frakt høll var bygd við flogvøllin. Verkætlanin um undirsjóðartunnilin um Vestmannasund sum eisini var ein týðandi liður í flogferðsluni, var samtykt og arbeiði byrja.
Umstøðurnar og onkur vil verða við – tilvildin, førdi til slóðbrótandi úrslit á flogøkinum hesi árini, men uttan hugflog og miðvíst arbeiðssemi var als eingi úrslit.
Leikluturin hjá Jógvan S. Simonsen, sum íverksetari eigur ongantíð at verða gloymdur. Hann eigur at fáa rúmd og pláss tá flogsøga føroyinga verður skrivað.
Boðskapurin hjá presti var vakur og troystarríkur. Hin upprisni var ikki bara við Jógvan gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini nú tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.
Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Fíu, børnunum, abbabørnunum, brøðrum, systrum og vinum.
Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Jógvan S. Simonsen. Hvíl í friði.
Lasse Klein]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[17. mai. (15:00) Ferjan Stena Spirit, ið reiðaríið Stena Line eigur, rendi fyrrapartin á ein krana í polska býnum Gdynia. Tríggir lossarar fingu snuddir. Sí myndarøð Tríggir lossarar vórðu skaddir, tá ferjan Stena Spirit rendi á ein krana í bingjuhavnini í Gdynia. Menninir vórðu skaddir, tá byngjur koppaðu á teir.
Við ferjuni vóru120 ferðafólk. 
Óhappið hendi um níggjutíðina í morgun.
Sum myndirnar bera boð um, so bar ferjan við ein krana, sum síðani koppaði.
Orsøkin til óhappið er ikki kend enn, men sagt verður frá nógvum vindi.
Ferjan hevur fingið snuddir á skrokkin, men talsfólk hjá Stena Line siga, at tey vita ikki, nær ferjan kann fara í rutu aftur. 
Stena Spirit røkir farleiðina millum Karlskrona í Svøríki og Gdynia í Pólandi.]]></description>
		<category>Vinnan</category>
		<description><![CDATA[17. mai. (11:00) Størsta víkingaskip, sum bygt er í nýggjari tíð, varð í gjár víst fram í Haugesund í Norra Byggimeistarin, Gunnar Eldjarn, er errin av avrikinum og sigur, at nú, skipið er komið út í ljósið, sæst veruliga, hvussu stórt tað er.
Síðan mars 2010 hevur verið bygt inni í einari ídnaðarhøll á Vibrandsøy í Haugesund. Skipið er 35 metrar til longdar og umleið átta metrar breitt. Tað er bygt úr eik og farið skal hava silkisegl, ið verður 300 fermetrar til víddar.
Tá skipið verður flotað 4. juni, fer tað á ferð framvið norsku strondini. Hundrað rógvarar vera við, og hesir vera tveir um hvørja ár. Sostatt eru 50 árar umborð.
Seinni verður so farið niður í Europa og víðari yvir um hav til Amerika.
Skipið er drekaskip og nevnist Haraldur hárfagri ella á norskum Harald Hårfagre.
Filmur um byggitilgongdina er niðanfyri:]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[17. mai. (10:30) Bretska verjumálaráðið hevur lagt út myndir frá stríðnum móti somaliskum sjórænarum í Indiska havinum Bretska herskipið HMS Westminster er við í altjóða flotaeindini, ið berjist móti sjórænarunum.
Myndirnar vísa eitt væleydnað álop á sjórænarar fyrr í ár. Sjórænarar rýmdu av skipinum í smærri bátum og góvu seg yvir, meðan herskipið og ein tyrla skutu eftir sjórænaraskipinum, til tað sakk.
Dagin fyri henda tilburð høvdu hermenn av HMS Westminster fyri fyrstu ferð lopið á sjórænarastøðir á landi.]]></description>
		<category>Vinnan</category>
		<description><![CDATA[17. mai. (10:00) Um vikuskiftið verður stevna á Skála. Sí skrá Hósdagin
Kl. 14.30 U14 gentur Skála - B71 (steypakapping)
Kl. 15.15 3. deild menn Skála - TB
Kl. 17.00 1. deild kvinnur Skála - EB/Streymur
Fríggjadagin
Kl. 18.00 Brotssparkkapping fyri børn
Kl. 19.00 Vørutombola, bamsutombola og leikatombola
Kl. 19.00 Kafeteria letur upp
Kl. 20.00 Biografur fyri børn í Skálastovu, filmurin "Terabithia" verður vístur. Børnini fáa poppkorn og sunkist. Kostnaður 50,- kr.
Kl. 20.00 Hugnakvøld í Bygdarsalinum, á skránni:
               Felagssangur
               Frásøgn um samanhald og trivnað við Símun P. Jacobsen
               Myndakapping
               Bygdaquiz
               Dansur við Elis (Kringvarp Føroya)
               Kaffi/the og okkurt gott afturvið verður at fáa.
               Kostnaður fyri tiltakið 80,-
Leygardagin
Kl. 9.15   U17 gentur Skála - Víkingur
Kl. 10.45 U16 dreingir Skála/EBStr - NSÍ b
kl. 12.30 U8 dreingir kapping Skála a og b, TB, 07 Ves. a og b, Víkingur a og b
Kl. 12.30 U12 dreingir kapping Skála, Fc Suðuroy, 
Kl. 14.00 U14 dreingir Skála - TB/Royn
Kl. 15.30 1. deild menn Skála - HB
Kl. 17.30 2. deild menn Skála - TB
Kl. 13.30- 19.00 Kafeteria og tombola opið.]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[17. mai. (07:00) Týsdagin 15. mai 2012 varð ein framsýning um kekkiska mentan, søgu og samfelag latin upp í býráðshøllini, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tók ímóti kekkiska varaambassadørinum og konsulinum í Keypmannahavn Ein forvitnislig framsýning av tólv støðum í Kekkia, sum UNESCO hevur kosið sum serlig øki, letur upp í býráðshøllini í Klaksvík týsdagin 15. mai 2012 kl. 16:30.
Kekkiska framsýningin varð latin upp av Jiří Borcel, sum er vara ambassadørur Kekkia í Keypmannahavn, og av Barbora Stejskalová, sum er kekkiskur Konsul.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tók ímóti gestunum og beyð teimum vælkomnum til Klaksvíkar saman við Margrethu Nónklett, sum er fulltrúi í Uttanríkisráðnum á Løgmansskrivstovuni, sum kommunan eisini er fegin um at samstarva við í sambandi við hesa forkunnug vitjan.
Borgarstjórin greiddi gestunum eisini frá um Klaksvík og býarinnar leiklut í fiskivinnuni og tann týdning hon hevur fyri Føroyar sum høvuðsvinna.
Men tað er ikki bert vinna og búskapur, sum ger lívið innhaldsríkt, sum henda framsýning og kekkisku mentanardagarnir júst eru eitt sigandi dømi um, segði borgarstjórin millum annað, tá ið framsýningin lat upp í býráðshøllini í Klaksvík.
Kekkiski varaambassadørurin, Jiří Borcel greiddi síðani frá søguni, og hvussu land hansara varð broytt frá at hava itið Tjekkoslovakia til Kekkia, um kend nøvn í søguni og øll tey mongu støðini og bygningarnar, sum vórðu skalað undir kígnum og sum UNESC tí var áhuga í, at tey verða varðveitt.
Framsýningin í býráðshøllini, sum er partur av kekkisku mentanardøgunum í Føroyum, er opin týsdagin og mikudagin til klokkan 15:00.
Verkstova í knippling á Handarbeiðsskúla Føroya
Ein annar partur av kekkisku mentanardøgunum er eitt tiltak í Handarbeiðsskúla Føroya, við Heygavegin í Klaksvík, har ein framsýning verður við vøkrum knipplingum hjá kekkisku listahandverkskvinnuni Janu Novak, sum er fødd í Kekkia, men búsitandi í Danmark. Hon hevur skrivað fleiri enn 20 bøkur um knipplingar og hevur hildið fyrilestrar og verkstovur í stórum parti av heiminum.
Jana Novak fer í sambandi við mentanardagarnar at hava verkstovu á Føroya Handarbeiðsskúla, við Heygavegin í Klaksvík, mikudagin 16. mai 2012 kl. 16:00, har høvi verður at síggja knipplingar av alskyns slag og at læra um handverkið.
Verkstovan tekur væntandi góðar 2 tímar og hugsar Jana Novak at skipa hana soleiðis:
- Hon sýnir knipplingshandverk fram
- Greiðir frá um handverkið – teknikk og siðvenju 
- Vísir teknikkin – nýtir dømir/knipplingar tilevnað úr føroyskari ull
- Ætlandi verður høvi hjá gestum at royna at ‘knippla’
Tiltøkini í Klaksvík verða fyriskipað í samstarvi við Mentanardeild býráðsins og Klaksvíkar Kvøldskúla.
Annars skrivar Løgmansskrivstovan soleiðis um kekkisku mentanardagarnar á heimasíðuni www.tinganes.fo
Orð og myndir: Dávur Winther]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (19:00) Nýggja uppsjóvarvirkið, sum Varðin Pelagic byggir á Tvøroyri, skal hava Atlas Copco trýstluftskipan frá Kaj Andreasen & CO Nýggja virkið hevur tikið av einum tilboði um útgerð til trýstluft frá Atlas Copco. Talan er um sera framkomna og nýggjastu útgerðina innan økið, tí tørvurin hjá virkinum er rættiliga stórur. 
"Vit fegnast um hetta og fara at leggja okkum eftir at veiting og uppsetan skulu ganga upp í eina hægri eind," siga tey á handilsfyritøkuni Kaj Andreasen & CO.]]></description>
		<category>Vinnan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (18:30) Tað sigur Svanbjørg  Manai, Stjóri á frímerkjadeildini, sum undrast á grein í Dimmalætting sum sigur, at tey onki eru verd. Í Dimmu í dag bórust tíðindi um, at føroyskt frímerki einki eru verd.
Frímerkini hava verið  og  eru stoltleiki flestu føroyinga: 
Føroysk frímerki  eru ein spegilsmynd av tjóðini. Eitt kaghol innar landsins sál,  útsjónd, søgu, plantu- og djóralív og ikki minst fólkalív. Ein lítil mentanarberi,  ið røkkur langt handan landamørk, langt út í heimsins fjarastu krókar og skot. 
At ein ikki verður millióningur av at savna frímerki, er ikki nakað nýtt fyribrigdi, og heldur ikki eitt eindømi fyri  føroysk frímerki. Føroysku frímerkini eru enn so ung, og  hvat tey kunna koma at verða verd í framtíðini, kann eingin spáa um. 
Tann, ið savnar, savnar fyrst og fremst av áhuga fyri mentanini og søguni handan frímerkini.
Føroysku frímerki hava fleiri  ferðir  vunnið heiðurin, sum  ársins vakrasta frímerki og í Kina hava tey í fleiri ár á rað vunnið heiðurin at vera kosin “Best Foreign Stamp” í einari kinverskari atkvøðugreiðslu. 
Tey verða send savnarum kring allan heim hvønn dag, og  javnan koma brøv frá savnarum, har teir geva til kennar,   hvussu glaðir teir eru fyri vøkru  føroysku frímerkini og ikki minst hvussu nógv tey fáa at vita um Føroyar ígjøgnum frímerkini 
Eisini  hava føroysku  frímerkini drigið mong ferðafólk til Føroya!
Svanbjørg Manai]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (18:00) Tann 1. juli 2012 verða allar eftirlønir frá føroyskum arbeiðsgevarum skattaðar við inngjald – eisini tær til útlendskar eftirlønarveitarar. Tí skulu allar eftirlønir, eisini tær til eftirlønarveitarar uttanlands, frá 1.juli rindast gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS.
Lógin um at skatta eftirløn við inngjald kom í gildi tann 1. januar 2012, men tá varð avrátt, at fyri útlendskar uppsparingar skuldi lógin ikki fáa virkna fyrr enn tann 1. juli 2012.
Síðan ársskiftið hevur tað staðið føroyskum arbeiðsgevarum frítt at nýta afturhaldsskipanina til eftirlønir uttanlands. Frá 1. juli er hetta eitt lógarkrav hjá føroyskum arbeiðsgevarum at rinda eftirlønargjald gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS, samstundis sum lønin verður flutt, og í samsvari við eftirlønaravtaluna. Síðani avroknar TAKS 60% til eftirlønarveitara og afturheldur 40% í  eftirlønarskatti, ið fer í landskassan.
Sambært lógini ábyrgdast føroyskur arbeiðsgevari, ið ikki rindar eftirlønarskattin til landskassan rættstundis. Tí er tað av stórum týdningi, at lógarásetingin um eftirlønarinngjøld verður fylgd, tí hetta er einasti háttur at krevja rætta skattin inn.
Meira kunning fæst at vita á: http://taks.fo/01180/01181/]]></description>
		<category>Vinnan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (15:30) Fyrilestur um "Brúdleypið hjá Arnolfini" verður leygardagin 19 mai Leygardagin 19. mai kl. 15 heldur Nils Ohrt, savnsleiðari, fyrilestur í atelierinum hjá Edward
Fuglø, Jústabrekku 2 í Klaksvík
Fyrilesturin er partur av røðini Meistaraverk í heimslistini. Hesa ferð fer Nils Ohrt at greiða
frá kenda málninginum "Brúdleypið hjá Arnolfini" eftir Jan van Eyck frá 1434.
Kaffi verður at fáa, og øll eru hjartaliga væl komin.
Listasavn Føroya]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (12:00) Nú stendur persónum, sum eru føddir í 1974 ella seinni, og sum ikki hava havt meslingar ella eru koppsettir ímóti meslingum, í boði at koppseta seg ókeypis ímóti meslingum. Ókeypis koppseting ímóti meslingumNú stendur persónum, sum eru føddir í 1974 ella seinni, og sum ikki hava havt meslingar ella eru koppsettir ímóti meslingum, í boði at koppseta seg ókeypis ímóti meslingum. 
Tilboðið um ókeypis koppseting er galdandi frá 15. mai at rokna, og fer úr gildi aftur 1. januar 2013. 
Meslingar eru ein virus, sum smittar sera illa. Harafturat standast ofta eftirsjúkur av meslingum. Sum dømi kunnu nevnast millumoyrnabruni og lungnabruni. Í serstøkum førum kunnu standast álvarsamar eftirsjúkur sum eitt nú heilabruni. 
Koppsetingin verður veitt sum ein MFR koppseting, sum verjir ímóti meslingum, fárasjúku og reydlingum, skrivar heilsumálaráðið á heimasíðu síni.]]></description>
		<category>Heilsa</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (11:00) Halldis á Grønastøð er fyrsti sertannlækna í ortodonti, sum Tórshavnar kommuna setir í starv á Tannlæknastovuni. Kommunan hevur sambært lóg ábyrgd at veita børnum viðgerð av tannsjúkum og tannjavning. Nógvu seinastu árini hevur kommunan havt tænastusáttmála við Bergtóru Hanusardóttir um hesar uppgávur.
Nú kemur kommunan sjálv at standa fyri hesum. Umleið ein triðingur av hvørjum árgangi hevur tørv á sertannlæknaviðgerð. 
Tá Skúlin við Løgmannabreyt varð bygdur, vórðu stór og góð høli sett av til tannlæknastovu, og ætlanin er nú at innrætta sertannlæknastovu við nýggjari og framkomnari útgerð.]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (10:30) Í gjáramorgunin var hugnaløta í Innlendismálaráðnum fyri Noru Bærentsen, sum hevði 30 ára starvsdag. Nora starvast sum stjórnarskrivari í Innlendismálaráðnum. Nora starvast sum stjórnarskrivari í Innlendismálaráðnum.
Nora byrjaði á Landsskúlafyrisitingini 15. mai 1982. Síðani hevur Nora arbeitt í miðfyrisitingini, fyrst á Løgmansskrivstovuni og nú í Innlendismálaráðnum. 
Á myndini handar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, Noru blómutyssi.]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (10:30) Bønarátak byrjar í Kelduni í Skálabotni í morgin, Kristi himmalferðardag. Biðið verður miðvíst fram til altjóða bønardagin, ið er hvítusunnudag Á altjóða bønardegnum, sum er hvítusunnudag, savnast milliónir av trúgvandi um allan heim til bøn. Trúgvandi frá ymiskum kirkjum og samkomum savnast í einleika í kirkjum, stadium, heimum, almennum støðum o.s.fr. fyri at biðja um grøðing og signing yvir lond og fólk.
Keldan er  eisini við í hesum stóra altjóða átaki. Á veitslumøtinum hvítusunnudag, ið er 27. mai, standa vit saman í bøn saman við milliónum at trúgvandi kring allan heim. Vit fara at biðja fyri okkara landi og fólki og fyri øllum heiminum. Bønin broytir okkara land og allan heimin!
Bønarátakið byrjar Kristi himmalferðardag, 17. mai, og biðið verður málrættað 10 dagar fram. Hvítusunnudagur er so altjóða bønardagurin.
Ein bønarvegleiðing til bønirnar teir 10 dagarnar er tøk. Donsk útgáva av vegleiðingini kann heintast her.
Kom og tak lut í hesum tiltaki, og tú gert ein stóran mun!
Upplýsingar um átakið eru tøkar á leinkjunum niðanfyri:
http://www.globaldayofprayer.com/
http://www.globaldayofprayer.dk/]]></description>
		<category>Mentan</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (10:00) Kristi himmalsferðardag 17. mai 2012 kl 14:00 Hetta er 36. og seinasta ferðin, at ítróttarfelagið í Mjørkadali skipar fyri gongutúri eftir
Oyggjarvegnum úr Havn og niðan í Mjørkadal. Tiltakið kalla vit MIF FÆRØ-MARCH
2012, og er dagurin í ár settur til hósdagin, Kristi himmalsferðardag, 17. mai.
Øll eru vælkomin.
Ikki er neyðugt at boða frá luttøku frammanundan ella innan farið verður avstað. Tað er
bara at møta upp. Øll kunnu vera við - børn, familja, vinir og kenningar.
Gongutúrurin, sum er 15 km langur, byrjar við Keypssamtøkuna í Hoyvík 17. mai kl
14:00 og endar í seinasta lagið kl 18:00 í Mjørkadali.
Gingið verður hesa leið: frá Keypssamtøkuni í Hoyvík, eftir Vegnum Langa, Óluvugøtu,
Sundsvegnum, Norðari Ringvegi, Oyggjarvegnum og til Mjørkadals.
Meðan gingið verður skulu allar ferðslureglur haldast. Tað merkir at gingið og runnið
verður í vinstru vegsíðu, eisini har ongar gongubreytir eru.
Á leiðini fæst ókeypis vatn og kaffi. Sjokuláta og sodavatn kann keypast.
Tá komið er til Mjørkadals, ber til at keypa pylsur og breyð, og okkurt at leska sær
við. Haraftrat verður diplom handað. Hetta er prógv fyri, at tú hevur verið við í
gongutúrinum.
Skipað verður fyri flutningi úr Mjørkadali og oman til Havnar fyri tey, sum ynskja tað.
Vinarliga
MIF, Mjørkadals Ítróttarfelag
Hygg eisini á heimasíðuna www.mif.fo]]></description>
		<category>Ítróttur</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (09:30)  Nógva kjakið, sum hevur verið seinasta hálva árið um flatskatt og forskatting av pensjónum, hevur varpað ljós á hugtakið ”fígging”. Nær kunnu vit siga, at ein ætlan er fíggjað og nær er hon ikki fíggjað?
”At skatta pensjónir við inngjald heldur enn við útgjald, gevur ikki landskassanum nýggjar inn­tøkur.” Tað skrivaði Aksel Johannesen í einum lesarabrævi tann 8. desember. Víðari segði hann: “So harra løgmaður, samstundis sum tú sigur, at skattalættin skal verða fult fíggjaður, er samgongan hjá tær væl ávegis at gjøgnumføra ein skattalætta, sum als ikki er fíggjaður.
Orðini í greinini eru tikin úr álitinum, sum Aksel skrivaði, saman við Kristinu Háfoss og Eyðgunn Samuelsen, tá uppskotið um skattalættan varð til viðgerðar. Hesi orðini hava síðani verið endurtikin ofta av bæði andstøðu og fjølmiðlum. Víst hevur verið á, at tað at framskunda inntøkur, sum annars høvdu komið í landskassan seinni (í hesum førinum rættiliga nógv ár seinni), er ikki tað sama sum at skaffa landskassanum nýggjar inntøkur.
Aftur og fram er líka langt
Eg skilji væl hetta sjónarmiðið, og havi hug at leggja afturat, at líka so lítið sum framskunding av inntøkum kann roknast sum framleiðsla av pengum, líka so lítið er útsetan av inntøkum, ein pengaframleiðsla. Ella sagt við øðrum orðum: Tað at flyta pengar yvir tíð, ger okkum samanlagt hvørki ríkari ella fátækari.
Fullveldisætlanin var ikki fíggjað
Hetta leiðir tankarnar aftur til tíðina, tá eitt landsstýri arbeiddi við at gera Føroyar til fullveldisríki. Tá setti Tjóðveldisflokkurin einaferð eitt skriv í bløðini, har yvirskriftin var ”Tað ber til.” Tey kundu nú prógva, at fullveldisætlanin hevði eina fígging sum hekk saman.
Skrivið bygdi á eina útrokning, sum ein óheftur búskaparfrøðingur í tí líka so óhefta Landsbankanum hevði gjørt. Jú tað bar til. Fíggingin var í lagið.
Og hvussu var hetta so fíggjað? ­ Jú pengar skuldu flytast yvir tíð. Tað sama sum somu fólk nú siga, ikki er nøkur fígging.
Búskapargrunnurin fíggjaði einki
Ein búskapargrunnur skuldi stovnast, og í hann skuldu pengar leggjast, sum annars høvdu komið beinleiðis í landskassan. Síðani skuldu somu pengar flytast í smáum bitum, so við og við, úr búskapargrunninum yvir í landskassan. ”Hurra, hurra, soleiðis fíggja vit fullveldið”!
Hendan ”fíggingin” skuldi koma ístaðin fyri milliardina, sum vit fingu úr Danmark á hvørjum ári. Teimum milliardunum fóru vit ikki at hava brúk fyri longur, tí nú høvdu vit okkara egna búskapargrunn.
Men nú fáa vit at vita frá somu fólkum, at slík fígging er ikki nøkur fígging, tí hon framleiðir ikki pengar – ella sagt við øðrum orðum: Tjóðveldi er komið til ta niðurstøðu, at fullveldisætlanin var ikki fíggjað.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður]]></description>
		<category>Mín meining</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (09:00) Í gjárkvøldið var aðalfundur í MBV og varð Carita Bjørklund vald til forkvinnu. Á aðalfundinum í MBF í gjárkvøldið, varð Carita Bjørklund vald til forkvinnu. Carita er 60 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur áður verið forkvinna í pedagogfelagnum og hevur drúgvar royndir í felagsarbeiði.
MBF: http://mbf.fo/Default.aspx?pageid=952&NewsItemID=13934]]></description>
		<category>Politikkur</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (08:00) Norskir granskarar skilja ikki, hví svartkalvi við Norðurnorra er so fongdur við dioksin og PCB. Tvey øki eru fyribils stongd Eftir at ov nógv dioksin og líknandi eiturevni eru funnin í royndum frá svatkalva, hava norskir myndugleikar gjørt av at stongja tvey øki við Nordland fyri fiskiskap.
Nøgdin av eiturevni er omanfyri markvirði, sum ES hevur ásett, og tí eru økini fyribils stongd.]]></description>
		<category>Heilsa</category>
		<description><![CDATA[16. mai. (07:00) Leygardagin læt nýggja fiskatorgið í Bergen upp dyrnar. Bæði handilsfólk og ferðavinna hava stórar vónir til nýggja torgið í býnum Bróðurparturin av fiskahandlarunum í Bergen eru nú fluttir undir tak í nýmótans bygningi á bryggjuni í Bergen. Har fáa handilsfólkini góðar umstøður at selja, meðan vitjandi í hugnaligum umhvørvi kunnu síggja og keypa fisk og annað úr sjónum.
Kommunan í Bergen hevur lagt nógva orku og pening í fiskatorgið, sum er staðið, har flest ferðafólk vitjað í býnum. Nýggja torghøllin er ein miðdepil í sjálvum torginum. Umframt fisk í niðaru hæddini er kunningarstova á ovaru hæddini, og henda er nógv vitjað.
Í Bergen eru tey stak errin av fiskatorgið sínum, og nú fegnast tey um góðu og lokkandi umstøðurnar, tey hava fingið.]]></description>
		<category>Vinnan</category>
		<description><![CDATA[15. mai. (22:30)  Nógva kjakið, sum hevur verið seinasta hálva árið um flatskatt og forskatting av pensjónum,
hevur varpað ljós á hugtakið ”fígging”. Nær kunnu vit siga, at ein ætlan er fíggjað og nær er
hon ikki fíggjað?
”At skatta pensjónir við inngjald heldur enn við útgjald, gevur ikki landskassanum nýggjar
inn­tøkur.” Tað skrivaði Aksel Johannesen í einum lesarabrævi tann 8. desember. Víðari segði
hann: “So harra løgmaður, samstundis sum tú sigur, at skattalættin skal verða fult fíggjaður, er
samgongan hjá tær væl ávegis at gjøgnumføra ein skattalætta, sum als ikki er fíggjaður.
Orðini í greinini eru tikin úr álitinum, sum Aksel skrivaði, saman við Kristinu Háfoss og Eyðgunn
Samuelsen, tá uppskotið um skattalættan varð til viðgerðar. Hesi orðini hava síðani verið endurtikin
ofta av bæði andstøðu og fjølmiðlum. Víst hevur verið á, at tað at framskunda inntøkur, sum annars
høvdu komið í landskassan seinni (í hesum førinum rættiliga nógv ár seinni), er ikki tað sama sum
at skaffa landskassanum nýggjar inntøkur.
Aftur og fram er líka langt
Eg skilji væl hetta sjónarmiðið, og havi hug at leggja afturat, at líka so lítið sum framskunding
av inntøkum kann roknast sum framleiðsla av pengum, líka so lítið er útsetan av inntøkum, ein
pengaframleiðsla. Ella sagt við øðrum orðum: Tað at flyta pengar yvir tíð, ger okkum samanlagt
hvørki ríkari ella fátækari.
Fullveldisætlanin var ikki fíggjað
Hetta leiðir tankarnar aftur til tíðina, tá eitt landsstýri arbeiddi við at gera Føroyar til fullveldisríki.
Tá setti Tjóðveldisflokkurin einaferð eitt skriv í bløðini, har yvirskriftin var ”Tað ber til.” Tey
kundu nú prógva, at fullveldisætlanin hevði eina fígging sum hekk saman.
Skrivið bygdi á eina útrokning, sum ein óheftur búskaparfrøðingur í tí líka so óhefta
Landsbankanum hevði gjørt. Jú tað bar til. Fíggingin var í lagið.
Og hvussu var hetta so fíggjað? ­ Jú pengar skuldu flytast yvir tíð. Tað sama sum somu fólk nú siga,
ikki er nøkur fígging.
Búskapargrunnurin fíggjaði einki
Ein búskapargrunnur skuldi stovnast, og í hann skuldu pengar leggjast, sum annars høvdu komið
beinleiðis í landskassan. Síðani skuldu somu pengar flytast í smáum bitum, so við og við, úr
búskapargrunninum yvir í landskassan. ”Hurra, hurra, soleiðis fíggja vit fullveldið”!
Hendan ”fíggingin” skuldi koma ístaðin fyri milliardina, sum vit fingu úr Danmark á hvørjum
ári. Teimum milliardunum fóru vit ikki at hava brúk fyri longur, tí nú høvdu vit okkara egna
búskapargrunn.
Men nú fáa vit at vita frá somu fólkum, at slík fígging er ikki nøkur fígging, tí hon framleiðir ikki
pengar – ella sagt við øðrum orðum: Tjóðveldi er komið til ta niðurstøðu, at fullveldisætlanin var
ikki fíggjað.
Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður]]></description>
		<category>Mín meining</category>