upload/cache/media/2013-09/edf762fed4421f84052cb19484dd891b_650x420_a50_cropped.jpg
Fleiri myndir:
upload/cache/media/2013-09/edf762fed4421f84052cb19484dd891b_85x60_a50_cropped.jpg upload/cache/media/2013-09/f1143130311a8b3e2a8d1f0f28a624b0_85x60_a50_cropped.jpg upload/cache/media/2013-09/d2b95160b28f1ebb6baf44c3ab3401bc_85x60_a50_cropped.jpg
Nýggj frímerki frá Posta
Í dag gevur Posta út nýggj frímerki, sum mynda ávikavist list hjá Olivur viđ Neyst og jólaevangeliiđ


Olivur viđ Neyst
Evnisheimurin hjá Olivur viđ Neyst er serliga býarumhvřrviđ og mannaheimurin - men eisini frábrigdi í náttúruni finst í hansara litfagra myndaheimi. Olivur fćst eisini viđ akvarellmáling og hevur gjřrt hópin av bókamyndum úr fřroyska umhvřrvinum. Listafrímerkini sýna tvey dřmi um myndaheimin hjá Olivur viđ Neyst, "Sólskin" frá 1987 og "Vestaravág" frá 1989. Virđini á frímerkjunum eru 19,00 og 38,00 kr.

Jólaevangeliiđ
Ársins jólafrímerki viđ súmbolsku myndunum hjá Edwardi Fuglř av Jesu fřđing ímynda saman viđ tekstinum ein djúpan menniskjaligan og eksistentiellan veruleika – longsilin eftir rćttvísi, friđi og gleđi á lívsferđini gjřgnum ein órćttvísan, ófriđarligan og ótryggan heim.

Á fyrstu myndini sćst, at rúm fyri gleđibođskapinum bert er í einum fjósi millum húsdjórini. Úr rúmdini í erva heldur stjřrnan á at lýsa og bođar frá tí nýggja veruleikanum. Á nćstu myndini hevur Jósef tikiđ stavin í hond, og fevnandi viđ arminum um herđar Mariu er hann nú tilreiđar at leiđa familju sína fram gjřgnum líviđ.

Virđini á frímerkjunum eru 7,00 og 12,50 kr. Frímerkjahefti og tvey postkort verđa somuleiđis útgivin.

Les meira um nýggju frímerkini á www.stamps.fo

Kelda: Tíđindaskriv
upload/cache/users/6f388a02b90a910d1119461c449eee79_42x42_a50_cropped.jpg
© Edmund Joensen
Skriva til: edmund@netavisin.fo

Lýsingar
upload/cache/ads/decd04257cd699e545128f7674972a2e_300x250_a50_cropped.png