40 hval løgdu í dag beinini í Fuglafirði
Grindin, sum varð funnin í Leirvíksfirði, legði beinini á sandinum í Fuglafirði
Eftir miðdag í dag var ein grind funnin í Leirvíksfirði, og varð hon rikin inn á sandin í Fuglafirði.
Tað gekk væl at reka grindina, sum gjørdi landgongd á sandinum. Drápið gekk væl og tók einans umleið 6 minuttir, til alt var yvirstaðið.
Tað vóru íalt 40 hval, tilsamans 353 skinn. Grindin verður býtt í drápspartar og lýst verður í útvarpinum, nær seðlarnir koma út.
|